Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 129
Psoriasis í Foroyum.
135
1. mynd sýnir sjúklingarnar skipaðar eftir aldri. Yngsti
sjúklingur var 11 mánaðir, elsti 90 ár. Helvtin av mann-
fólkunum var 33 ár ella yngri, helvtin 33 ár ella eldri.
Helvtin av konufólkunum var 29 ár ella yngri, helvtin 29
ár ella eldri.
Aldur sjúklinganna við sjúkdómsbyrjan sæst á 2. mynd.
Fyrsta uppkoma er hjá 10 mánaða gomlum dreingf við
nýggjum psoriasis guttata, og seinasta hjá einum konufólki,
sum á fyrsta sinni fær útbrot av psoriasis 73 ára gomul.
Hon hevur nú í 2 ár havt psoriasis á albogum og knoum.
Helvtin av mannfólkinum fekk psoriasis, áðrenn teir vóru
13 ár, helvtin av konufólkunum áðrenn 12 ára aldur.
Romanus hevur funnið, at miðalaldurin hjá mannfólki er
18,4 ár, hjá konufólki 13,8 ár við sjúkdómsbyrjan. Tað er tí
líkt til, at psoriasis í Foroyum kemur til sjóndar hjá yngri
fólki enn í Svoríki og eisini fyrr enn higartil frásagt í bók-
mentum.
í 3. mynd sæst, hvussu áhaldandi sjúkan er hjá teimum
einstoku sjúklingunum. Helvtin av mannfólkunum hevur
havt sjúkuna meiri enn 16 ár, helvtin av konufólkunum
meiri enn 13 ár. Eftir hesum skuldu tey seinastu árini verið
komnir 157 nýggir psoriasistilburðir í tí kannaða lands- 2
partinum. Seta vit fólkatalið her til 10.000 miðal, kemur
ætlandi 1 nýggjur tilburður av psoriasis aftrat um árið upp
á 1000 fólk.
í 3. talvu síggja vit, hvar sjúkan sat á teimum kannaðu
sjúklingunum. Mest hevur hon sitið á albogum, knoum og
í svórði. Vit varnast kortini eisini um, at o. u. 1/3 hevði
útbrot á kroppinum, 8,7 % í andlitinum, 7,1 % á handa-
bakinum og 7,8 % á neglunum á fingrunum. Framvegis
'síggja vit, at 11 % hóvdu eingi sjúkutekin, tá ið tey vórðu
eftirhugd. Hesi fólkini eru »tikin« at vera psoriasissjúk, av
tí at tey ðll áður hava havt eyðkend psoriasisútbrot.
y-l , . /
J