Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 14
Hvat er íslendska orðið naumur?
Eftir Ohr. Matras.
Hjá Foroyingi, sum er kunnigur við íslendska orðið
naumur og orð, sum tí eru skyld, dettur tað beinan vegin í
huga, at her man m vera komið av sama frumljóði sum v í
foroyskum neyvur, meyvan o. s. fr. Verður gjollari eftirkann-
að, tykir mær, at fullvissa fæst fyri, at so er. Men so hevur
ikki verið hildið higar til dags. Vit fara tí her at gera grein
fyri tí, sum menn hava skrivað um upprunan hjá orðinum
naumur, men áðrenn vit nærkast sjálvum evninum, verður
her gjort vart við onnur orð, har m er komið av fornnorr-
onum /.
Úr foroyskum er eittans domi at nevna: hjáorðið (og fyri-
setingin) oman. Tað er sum kunnigt sama orðið sum ís-
lendskt ofan, norskt og svenskt ovan, danskt oven. M. Hæg-
stad sigur í »Færoymaal« (Vestnorske Maalf. II. 2 [1917]
bls. 118), at í Telemark eru til orðsniðini áman, ámaná
ámanfyri, o. fl., og leggur aftrat: »Yvergangen kann vel ha
byrja i ofanfyri, ofanfrá (dissimilation)«. Aðrir hava
kanska hug at halda, at her hevur nasaljóðið n í ofan drigið
»/« (t.e. tvívarrað trongaljóð) yvir í nasaleiðina, so at úr-
slitið verður m og ikki hitt vanliga r>-ið í foroyskum (og
norskum). — Nýíslendskt mál hevur altíð m í tí fuglanavn-
inum, sum á foroyskum eitur skúvur ella skúgvur1, men