Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 82
88
Rannsóknir um reyðblóðkroppanoringina
kanska meiri Ringerlog útí, til vit hava hóskanđi kyknunogd
pr. cmm, og koyra síðan vertir á 2 ml í lívssor Warburg-
komur. Komrini verða sett í vatn á 38° C. Til fyrisetning
nýta vit vertir við andarúmi, og í hinum vertunum er ymist
kolsýrutrýst. Samtíðar royndarbyrjan verða byrjunarvirð-
ini í heildarkyknutalinum pr. cmm avgjórd, og talið á
kjarnaðum kyknum pr. cmm, og strokstilbúningar verða
gjórdir til at avgera, hvussu nógv pct. kjarnaðu reyðblóð-
kropparnir eru av óllum kjarnaðu kyknunum pr. cmm.
2. Hugleiðingar og úrslit.
Fyrst var kannað, hvussu andarúm við 3 % av kolsýru
virkaði á nóringina í ókjarnaðum reyðblóðkroppum borið
saman við andarúm, og gjórdar vóru 11 royndir. Úrslitini
úr tveimum teirra — tí fyrstu og tí seinastu — síggja vit
á 9. og 10. talvu.
Táið royndarróðin við 3 % av kolsýru hevur sama tal
av óbúnum reyðkyknum sum tann róðin, har bert er nýtt
andarúm, ber til beinleiðis at bera saman nóringarskjót-
leikan í báðum róðum. Nógdin av kjarnaðum reyðblóð-
kroppum í 9. talvu var 15 %, og táið her vóru 8.000
kjarnaðar kyknur pr. cmm, hava við royndarbyrjan verið
1200 kjarnaðir reyðblóðkroppar bæði í kolsýruróðini og
í teirri fyrisettu róðini. í kolsýruróðini vóru við royndar-
byrjan 46.000 H- 8.000 = 38.000 ókjarnaðir reyðblóð-
kroppar pr. cmm. f hesar 5 tímar eru so gjórdir 9.980
ókjarnaðir reyðblóðkroppar pr. cmm. í 5 tímar eru tá pr.
kjarnaðan reyðblóðkropp gjórdir 9980/1200 = 8.32
ókjarnaðir reyðblóðkroppar. Hetta sama í andarúmi: Pr.
kjarnaðan reyðblóðkropp eru so í 5 tímar gjórdir
10760/1200 — 8.97 ókjarnaðir.
Nógdin av kjarnaðum reyðblóðkroppum úr royndini í
10. talvu var 20 %. Við royndarbyrjan vóru tí í báðum
róðum 1600 kjarnaðir reyðblóðkroppar pr. cmm, og vit
rokna út eftir talvuni á sama hátt sum frammanundan, at