Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 16
22
Hvat er íslendska orðið naumur?
ið hann heldur koma av frumnorronum sniði *naru>umaR.
Eisini í bók síni »Geschichte der Nordisdhen Sprachen« (sí
útgávuna frá 1913, bls. 106—07) og í mállæru síni »Alt-
islándische und Altnorwegisdhe Grammatik« (sí útgávuna
frá 1903, bls. 149), greiðir Noreen frá »ljóðlógini«, hann
rakti við (»r hvórvur framman fyri w«), og í óllum frá-
greiðingunum er orðið naumur eitt hóvuðsumhaldið hjá
honum. Er greiðing Noreens hein, fáa vit ikki bert tað, at
naumur, t. e. frumnorr. *narwumaR (Gesch.: *narwumR)
fær verið skylt við fornsaksiskt naru, angulsaksiskt nearu,
enskt narrow, men so fær lýsingarorðið aumr (fór. eymur)
eisini verið eitt upprunaligt *arbumR, skvlt við orðið armrb
adj. (*arma-), sum á fornum máli hevði somu merking,
eins og norrónt haust n. (fór. heyst) er upprunaligt
1 harbusta (sbr. angulsaks. hærfest, týskt herbst o. tíl).
Men viðvíkjandi »ljóðlóg« Noreens eru menn ikki á einum
máli, hóast flestir 'halda, at upprunin at orðinum haust er
tann, sum Noreen nevnir (ella kanska heldur *harbista).
Eg skal ikki róða langt um hetta, men víst skal verða á, at ein
týdningarmikil liður í hugsanarstyrking Noreens (um for-
skoytið au-) hevur fingið deyðamein av ritgerð eftir Hjalmar
Falk í »Festskrift til Finnur Jónsson« (1928, bls. 339).
Lívseigari enn annað í ritgerð Noreens hevur, sum áður
er nevnt, greiningin av orðinum naumur verið. Men eisini
her eru menn ójavnir á máli, sí t. d. av nýggjari orðabókum
Holthausen: Vergleichendes und etymologisches Wðrterbuch
des Altwestnordischen (Gðttingen 1948), har er naumur
sett í samband við stovnin í nauð f. (fór. neyð), sum longu
Kluge í »Nominale Stammbildungslehre der altgerman-
ischen Dialekte« hevði skotið upp. Sama heldur Per Persson
í bókini »Studien zur Lehre von der Wurzelvariation«
(Upsala 1891), og Hellquist í orðabók síni (bls. 537, 538).
Hellquist sigur annars (í »Studier ófver de svenska sjó-
namnen«, 1903-06, bls. 449, og í orðabók síni) staðanavnið
Nómmen (1660: stora Nóm) í Smálandi at vera komið av
*nomber adj. fornsvenskt snið av íslendska orðinum naumur.