Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 105
Um toxoplasmosis
111
fullnaðar at týða úrslitið: positivur 1 : 50. Tó munu vit við
vissu kunna siga, at sterkur illgruni er um, at kettan í L
er smittuatvoldin. Somu hugsan hava vit um kettuna í hús-
inum hjá barninum í E. Kann vera, at hon hevði havt sjúk-
una toxoplasmosis; men vit vita ikki við vissu. í hvussu er,
er mangt, sum týðir á, at báðar ketturnar hava verið smitt-
aðar við toxoplasmosis og hava smittað av sær — kettan í
L hóast hon ongantíð var sjúk.
Markið ímillum positiva og negativa toxoplasma-komple-
ment-bindingarvísing verður vanliga avgjortso: positiv 1 : 2,
negativ <1:2. Henda vísing var hjá kettuni negativ.
Um somu tíð, sum hesir báðir tilburðir við toxoplasmosis
í E og L vóru funnir, varð funnin sjúk ketta í einum húsi í
L. Hon gjordist rak og drakk nógv vatn, fekk hon ikki annað.
I juni 1953, iy2 ár eftir at sjúka kettan var skotin, varð blóð
tikið úr ollum húsfólkinum — 4 tilkomin — til toxoplasma-
rannsókn. Hvorkigerðarvísingin var negativ hjá trimum av
teimum og ógviliga veik hjá tí fjórða 1 : 10. Men allar
komplement-bindingar-vísingarnar vóru negativar <1:2.
Allkunnugt er, at hundar verða smittaðir við toxoplas-
mosis. Siim12 fann t. d., at 10 av 54 hundum í Keyp-
mannahavn (18 %) hovdu positiva sveitavatnsvísing fyri
hesa sjúku í tynningarstigi > ella = 250. Vit muga halda,
at hetta vóru frískir hundar, sum einki merki bóru av sjúku.
í 1947, o. u. 4 ár áðrenn teir 2 tilburðirnir við toxoplas-
mosis vóru avgjordir, gekk í næstan ollum bygdum í Eiðis
læknadomi ein hættislig, ofta drepandi, at vísa seg smittsom
hundasjúka. Her er ikki rúmd til at greina gjolliga um eyð-
kennini við hesi sjúku. — Tað lá tí, um nýggjársleitið 1952,
raðið at kanna eftir, um henda hundasjúka mundi hava
verið toxoplasmosis. Um so hevði verið, vóru líkindi til at
halda, at einstok íólk kundu hava verið smittað. Og kanska
vóru líkindi til at finna broytingar í blóðinum, orsakaðar av
hesari smittu. Tí varð fyrstu mánaðirnar í 1952, frá 6 til-
komnum fólkum úr 4 ymissum húsum, sent blóð til Statens
Seruminstitut til rannsóknar viðvíkjandi hesari sjúku. í