Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 31
Rúnarsteinur í Fámjin
37
Ómoguligt er ikki, at einhvor annar enn hesir er til frá
hesum tíðarskeiðum, men hetta skal bara verða nevnt.
Her skal eina eitt sindur gjollari verða hugt at einum
lítlum rúnarsteini, sum, mær vitandi, ikki hevur verið um-
roddur fyrr, men sum ivaleyst man vera tess verdur.
Fámjinssteinurin.
I.
Um soguna hjá hesum steini havi eg fingið frásogn frá
harra J. Jacobsen, lcerara, sum eg her sigi stóra tokk fyri
beinasemi hansara.
»So langt sum nakar veii, hevur hesin steinur ligið við
vegkantin uttan fyri kirkjudyrnar.
Tá henda kirkjan, sum nú stendur, varð bygd í 1875
varð 'Steinurin tikin burtur, har hann lá og lagdur til síðis
so leingi sum arheiðið uppá kirkjuna helt við, fyri at hann
ikki skuldi blandast burtur millum aðrar steinar. Tá ið
arbeiðið við kirkjuna varð at enda komið, varð steinurin
lagdur aftur har, sum hann hevði ligið, og tey seinastu árini
hevur hann ligið inni í forkirkjuni.«
II.
Hetta er ein lítil vakur steinur, so snoggur yvirhovur, at
hann væl kunđi verið tilhogdur, men kortini er hann trúliga
helst stabbagrót, sum nógv er til av har um vegir.
Skiligt er, at hann hevur ligið úti óvardur leingi, av tí
at hann er heldur nógv tærdur: kullur og poknur eru víða
hvar í honum, einstakar flísar eru farnar av roðunum, inn-
skriftin er í stoðum so nógv máað, at hon er ógreið.
Hann er 55 cm langur, 22,5 cm breiður og 20 cm tjúkkur.
Innskriftin er í trimum reglum, hvor undir aðrari, í teirri
ovastu eru — 4 rúnir — í teirri næstu 4 latínskir stavir, í
teirri niðastu nakrir ólesandi stavir; greitt er hvorki, hvussu