Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 26
32
Fornnorriint fn verður foroyskt dn
ling af slim i lungerne eller struben«. Umframt hetta 'hevur
norskt eitt kallkynsorð kove, t. e. *kofi (sbr. f>ófi m., sum
frammanfyri er nevnt); merkingin er, sigur Aasen, »tung-
brystighed«. Tílíkt kallkynsorð er hvorki í tíslendskum ella
í foroyskum. — Heldur ikki hevur foroyskt, tað eg veit,
sagnorð sum íslendskt kófa v. impers. »fyge (om sne)« (Bl.)
og norskt kova v. n. »tykke i luften, morkne av uvejr«
(Aasen). — At enda skal eg nevna, at foroyskt ikki hevur
nakra navnorðsgerð av tí slagnum, sum íslendskt hevur í
orðinum kæfa f. »tæt snefog; kvælningsanfald, ándeklem-
melse, ándenod (Bl., sbr. BH) og norskt í orðinum kjofa f.
»tungbrystighed, besværligt ándedræt (af forkolelse)«
(Aasen).
Sagnorðið, gjort av stovninum í orðinum kóf, eitur á ís-
lenđskum kæfa »kvæle« (um royk, eld, ófrið o. tíl.), á
norskum kjóva (eisini í merkingini: kova av) og fóroyskt
kóva. Fyrndarsnið í hesum sagnorði er *k(v)ófian. Men
áðrenn vit nevna eitt annað sagnorð av stovninum kóf, er
vert at gera vart við, at norskt og foroyskt hava eitt lýsingar-
orð, sum er av somu gerð sum áðurnevnda fiófinn o. s. fr.
(av stovninum f>óf), og tað er norskt koven »om luften:
tyk, og mórk, fuld af byger, som hindrer udsigten; indeslut-
tet, skummel (om bosted); tungbrystig, angreben af snue
eller brystsvaghed«. Hetta orðið hevur Aasen úr Vestur-
og Norðurnoregi. Sum vit brátt fáa at vita, er sama lýsingar-
orðið til í fóroyskum.
Islenđskt sýriist einki sagnorð at hava av stovninum í kóf
— gjórt á sama hátt sum f)ófna (av stovninum í f)óf-J;
í staðin fyri nýtir íslendskt kafna, av hinum nærskylda stovn-
inum í kaf- (*kvaf-); men norskt hevur, umtframt kvavna,
eisini kovna (*kófna) »at kvæles, tábe ánđedrættet«, sum
samsvarar okkara kódna. Aasen hevur orðið kovna úr Vestur-
noregi og Norðlandi, og í Amund B. Larsen og Gerhard
Stoltz, Bergens bymál (1907) bls. 200, er tikið so til: »Det
synes bare at være vestlige dialekter som avgjort slutter sig
om grundformen *kófna«.