Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 61
f s rVi
Rannsóknir um reyð'bióðkroippanóringina
67
ingin var so at siga eingin, táið pH nærkaðist umleið 8.
Tí tók eg toppin úr bollufloskuni so ofta, at pH kom at
liggja omanfyri 7.5. Royndir mínar eru tær, at viðforligast
er, tá pH liggur millum 7.8 og 8.0 Hví tað er soleiðis, veit
eg ikki, og er hesin spurningur ikki greiddur enn. Sveita-
vatnið er tilgjort úr kaninblóði, sum tikið verður úr tí
innaru oyrnabláæðrini við tí amboði, sum Sjovall (1936)
hevur lýst, og latið beint yvir í 10 ml senduskiljuglos, ið
beinan vegin verða latin aftur við gummitoppum. Úr hvor-
jari kanin verða tiknir 3 X 10 ml av blóði. Táið blóðið er
heilt sveitarunnið, verður tað sett at standa til næsta dag
á 2—4° C, verður so senduskilt, og hitt klára sveitavatnið
verður sogið omanav við Pasteur^sogpípu og latið yvir í
10 ml glos, sum verða afturlatin við gummitoppum og
goymd í kuldaskápi. Whitby og Britton (1944) siga frá,
at í blóði eru sjálvklíningskveikjur (auto-agglutininir), sum
eru óvirksamar í kroppshita, virksamar í stovuhita, men
mest virksamar við 0° C. Táið vit hava blóðið á 2—4° C,
bindast sjálvklíningskveikjurnar afturat blóðkroppunum,
og táið senduskiljingin er lokin, hava vit sveitavatn við
ongum sjálvklíningskveikjum í.
andi lutfallsteljing, sum aftur krevur góðan litingarhátt.
Hetta, góður litingarháttur, hevur verið ringt at fáa í lag,
og skal tí í fáum orðum verða lýstur tann litingarháttur,
ið her er nýttur. Giemsa litingarlðgur er at fáa liðugur
hjá handilshúsinum Bie og Berntsen í Keypmannahavn.
May-Griinwald litingarevnið er enskt og var merkt: May-
Grunwald stain — G. T. London S. W. 6, England. í 0,50 g
av hesum litingarevni verða latnfr 100 ml av koldum metyl-
alkoholi við ongum aceton í, og vit fáa so eina mettaða
loysing. Hvorgin av logunum má vera sílaður, men stoyttur