Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 81
Rannsóknir um reyðblóðkroppanoringinia
87
II.
HVUSSU KOLSÝRUTRÝSTIÐ OG pH ÁVIRKA
REYÐBLÓÐKROPPANØRINGINA í GLARROYNDUM
Tað, at skjótleikin í reyðkyknugerðini er ájavnur oyðing-
arskjótleikanum, vísir, at har avgjort má vera einhvor
eggjan, sum dyggiliga ávirkar hin reyða mergin. Evans
(1947) heldur, at ein oking í kolsýrutrýstinum í blóðinum
ella nógv súrga, átti at okt hendan skjótleikan. í einari rit-
gerð um aling av vevnaði kemur Biirrow (1924) til ta
hugsan, at hesi viðurskifti egjgja vokstur yvirhovur: 1)
kyknurnar tættar uppá seg, 2) minkandi blóðtilfórsla, 3)
lítið av vevnaði kyknanna millum.
Eitt sindur seinri gera Jordan og Speidel (1924) nakrar
rannsóknir við halafróskum og halda, at teir eftir úslitum
sínum kunna taka undir við iroyndarúrslitum Biirrows. —
Teir vilja vera við, at okkurt, sum júst kemur undir tílíkum
umstoðum frá sundurmáing og evnisskifti, veldur hesa eggj-
an, og at fyrst og fremst kolsýrusamanrúgvingin átti at
gagna afturvokstri reyðblóðkroppanna. Líkindi til, at lágt
súrevnistrýst í blóðinum beinleiðis kann eggja til skjótari
reyðblóðkroppanóring, eru í glarroyndum vorðin gjólla
kannað og umhugsað í deild I.
Úrslitini úr hesum royndum hóskaðu ikki við tað, ið fyrr
hevði verið hildið. Á hesum grundarlag hava vit hildið tað
hava áhuga at avgera, hvónn týdning kolsýrutrýstið, og
harvið eisini súrgan hava fyri nóringina í ókjarnaðum
reyðblóðkroppum í glarroyndum.
1. Starvslag.
Hetta er lýst út í æsir í deild I. og her eins og har verður
nýttur kaninmergur, sum fyrst verður rórdur útí citirat-
Ringerlóg; síðan verður senduskilt, so vit fáa tikið frá
meginpartin av óbúnu kyknunum, sum verða rórdar útí
lívssóran Ringerlóg. Vit lata so sveitavatn, Hepsol fort. og