Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 103
Um toxoplasmosis
109
Tilgerðartíð toxoplasmosis er ókend hjá fólki, men orsok
er til at halda, at hon í hvussu er, er styttri enn 2 mánaðir.
Tí fyrra av teimum báðum sjúku nýtti ikki viðgerð á
sjúkrahúsinum. Hann var jú uttan hita dagin eftir, at hann
var komin á sjúkrahúsið. Hin fekk bæði penicillin og aureo-
mycin — hetta seinna fekk hann leingi ,— men uttan ávirk-
an. Hitin vardi frá tí, hann kom á sjúkrahúsið 17/12 1951
til 21/1 1952. Har afturat hitin, hann hevði tað vikuna, hann
lá sjúkur heima, áðrenn hann fór til Tórshavnar, tað verða
at siga 1^/2 mánaðir tilsamans.
Har var hvórki hestur, kúgv, hundur, geit, grísur, kanin,
gás ella dúva í hesum báðum húsunum. Eingin silvurrevur,
minkur ella mús í hesum báðum bygdum. Haruskjótingin
í Fóroyum byrjar ikki fyrr enn 1. november, t. e. aftan á
at smádrongurin er vorðin sjúkur. Maðurin í hinum hús-
inum hevði ikki skotið og heldur ikki etið haru, og hann
hevði hvórki havt deyða ella livandi haru á hondum. í báð-
um húsunum 6—8 hósn, sum óll vóru frísk, og í húsinum
hjá dreinginum vóru dunnur. I húsinum í L er einans ferð
sæð rotta. Hvórgin sjúklingurin ella næstingar teirra hóvdu
hetta heystið (1951) etið bjargafugl. Tað er illa hugsandi,
at sjúkan man vera fingin við biti ella stingi frá flogkykt-
um.
Vit kunnu einki samband vísa á ímillum hin sjúka
dreingin í E og mannin í L. Strekkið ímillum bygdirnar er
14 km. Teir búgva hvór ásíni oyggj við trongum sundi ímill-
um. Teir hava aldri sæð hvónn annan, og teir hava aldri ver-
ið saman í somu bygd. So vit hava lyndi til at halda, at
einki er, ið teir báðir, sum við árslok 1951 gjórdust sjúkir
av toxoplasmosis, hava saman. Tó eru tvinnanda viður-
skifti, ið bera saman: A. Ketta var í báðum húsum og B.
seyður varð dripin í báðum húsum heystið 1951.
A. Kettan í húsinum hjá dreinginum var lóða, og hon
var kviðin. Hon var sjúk, tá ið drongurin 12. november fór
á sjúkrahúsið, og hevði tá verið sjúk eina tíð — hvussu
leingi, vita vit ikki. Nakrar fáar dagar eftir at drongurin