Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 47
Nólsoyarfunđurin
53
skilliga umgrivin, stundum síggjast boklar av tægingi og
tunn sandeygu í henni. Av og á eru træpetti og smábein
at finna. Eingin skilligur svðrður er omantil. Oman móti
tí nýggja sementgarðinum sæst stórgrót, og er hetta helst
gamli vegjaðarin oman móti sjónum ella/og baking av
sementojarðinum.
SKURÐUR N—S (3.mynd). SkurðurinN—S er mátaður
eftir hini prikkaðu linjuni á 2. mynd. Fláirnar eru her
hinar somu sum á 2. mynd; (a) hella, (b) tægingur, (c)
ífylla, (d) áburður og (e) nýggjari áburður. í hesum
skurði gongur hellan við lítlum halli norðurá.
LEIVDIR. Flógv b. Niðasta móflógvin (b) tóktist, sum
nevnt, eystantil í skurðinum at vera óumgrivin mógvur;
meðan tað var skilligt, at vestantil var grivið á botn. Ongar
fornleivdir vóru at finna í mónum eystantil, har hann var
órordur; ein viðabulur lá niður móti helluni, og man hetta
vera rekatræ; hesum peikar tarin og ymsar smáleivdir av
skeldýrum ímóti, og eisini er træið (sibirisk lerk ella gran)
maðketið í støðum.
Beint á tí gamla svorðinum omaná móflónni lá eitt snarað
viðjuband, og er hetta einasti nýtslulutur, vit komu fram á;
hetta tykist hava ligið órort, síðan her var opin vóllur. Snar-
að viðjubond eru fyrr funnin í Kvívík, Skálavík og Norðra-
gótu, í óllum hesum stóðum í sambandi við toftir. Eyðkent
er, at tey oftast tykjast liggja í leysknýttum knúti, og helst
hava tey verið nýtt sum bond yvirhóvur. — I Kvívík hava
vit vissu fyri, at eitt varð nýtt sum band ella gjórð um laggað
ílát. Hetta bandið úr Nólsoy er snarað av 4 viðjugreinum,
baraldarviðjum. Bandið er 35 cm langt samanknýtt og er
1,5—2 cm tvórturum.
Flógv c. Tað, sum funnið varð av djórabeinum og við-
gjórdum træsprekum , varð alt funnið eystantil í hesari
flónni (c) og vestantil, har hon er umgrivin niður á botn.
Bein vórðu funnin allan vegin uppeftir, men træsprekini
vóru, sum frammanundan nevnt, tættast í ovara parti av
flónni. Tað er at geva gætur, at skillig hóggmerki eftir