Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 98
104
Um toxoplasmosis
Hvítu blóðk. Reyðu blóðk. Neutrof. L Eosinof. L Basof. L Lymfoc. Monoc. Haemo- gl. Index
1951 13/11 11.280 6,5 m. 20 % 3 °/o 0 OO 0 0 69 % 78 % 0,6
8/12 10.6008,15m. 23 0/o 5o/o 2% 13% 57 0/o 88 0/0 0,54
Blóð, sum varð sent Statens seruminstitut í Keypmanna-
havn, gav onga Poul Bunnell’s-vísing. Her var, við atliti til
tað sum skrivað er frammanundan — uttan at biðið var
um tað — kanning gjord viðvíkjandi toxoplasmosis. Bæði
toxoplasmahvórkigerðarvísing og komplementbindingar-
vísing vóru positivar — ávikavist í tynning 1:6250 og
1:256. Aðrar læknaligar rannsóknir vístu einki.
Beinan vegin svarið frá Statens seruminstitut var komið
til Foroya, varð blóð frá móðrini sent til Keypmannahavnar
at kanna fyri somu sjúku. Báðar vísingarnar vóru negativar
— ávíkavist í tynning 1:10*) og 1:2. í húsi vóru afturat
faðir og 2 yngri born, og oll vóru frísk — eins og móðurin
var tað.
II. cf /• /•, /• 25/5 1900. Búði í L. Tveir paratyfus-
smittu'berar (faðir og dóttir) í grannahúsi. Koppsett-
ur ímóti hesi sjúku fleiri ferðir við árs millumbili, síðstu
ferð í juli 1950. Ikki koppsettur summarið 1951. Seinasta
koppseting var so 1% ár áðrenn hann sjúklaðist av sjúkuni,
sum nevnd er niðanfyri.
Hevði verið frískur frammanundan. Var burtur og fisk-
aði summarið 1951. Kom heim aftur í byrjan oktober. —
Kendi seg ikki heilt frískan hin 9/12 um morgunin. Um
kvoldið 38°,4. Dagin eftir 39°,6/39°,5. 11/12 38°,7/38°,6
12/12 37a,4/37°,0 13/12 37°,0/38°,6 14/12 38°,6/38°,6
og 15/12 38°,6/37°,6. Lækni varð biðin at koma um kvoldið
*) 1:10 verður her av Statens seruminstitut mett at vera negativt.