Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 112
118
Tuberklar í heila- og monuserki
m v
Av hesum sæst, at meginparturin, um 70 % av meningitis-
tilburðunum komu áðrenn ar var runnið aftan á tuber-
kulinvend. Hjá bornunum komu allir meningitistilburðirnir,
áðrenn eitt ár aftan á vend, men hjá teimum tilkomnu komu
9, áðrenn fyrsta árið var farið og 2 til'burðir væl seinri,
ávikavist 2^ og 3 ár aftan á smittuna.
Av tí at grundir kunnu vera fyri, at monu- og heilatuberk-
larnir komu so seint hjá hesum báðum, skal eg við fáum
orðum greiða frá sjúku teirra.
TilburSur 279/42. Bókhaldari, smittaður við tuberklum 26-ára gamalur.
Hann varð pirkaður 11/11—41 og fyrst í mai 1942, einki kom upp. Gjórdist
sjúkur við smittuhita 26/6—42. Hitin stóð við í 14 dagar. Rontgenlýsing
prógvaði stóran hogra hilus. 2 mánaðir aftan á smittuna fekk hann vatn á
vinstra lunga. Hann var ofta athugdur við róntgen, vatnið hvarv so við og
við, einki í lungunum. 1 '/2 ár aftan á smittuna fekk hann áhaldandi lenda-
illsku. Árið eftir 17/4—45 sóust tuberklar í geislunum, fimti lendageisli
máaður. 5/5—45 verður epididymitis ávíst og heinan vegin burturskorin.
Rannsókn vísti tuberklar, 30/6—45 knappliga nógvan hita og tekin til menin-
gitis. Av hesi sjúku doyði hann 14 dagar seinri. Tá vóru 3 ár runnin, síðan
hann varð smittaður.
Tilburður 349/43. Arbeiðskona, 24 ára gomul, tá hon varð smittað. Fyrst í
mai 1943 kom pirkið ikki upp. Gjórdist sjúk 22/5—43, lógd á sjúkrahúsið í
Havn 27/5—7/7—43. Sjúkuavgerð á sjúkrahúsinum var tuberklasmitta.
Róntgenmynd av lungunum prógvaði stóran hógra hilus. 26/4—45 varð hon
kannað á tuberklastóðini, tá var einki at finna. 22/11—45 knappliga nógvan
hita og tekin til meningitis. Doyði av hesi sjúku 14 dagar seinri á sjúkrahús-
inum, 2]/2 ár aftan á smittuna.
í fyrra tilburði kunnu mdnutuberklarnir ivaleyst vera
sprottnir av sjúkuni í ryggjageislunum; tuberklarnir kunnu
hava etið seg gjognum geislarnar og inn í monuna. Atvoldin
kann tó eins væl hava verið blóðbornir tuberklar, serstak-
liga tá hugsað verður um, at sjúklingurin, stutt áðrenn
monutuberklarnir komu upp, hevði haft epididymitis
tuberculosa, ein sjúka ið stendst av blóðbornum tuberklum.
í sein'raTtllburði vóru eingi tekin til sjúku í beinagrindini
um heila- og mónuserk, og atvoldin til meningitis hevur
ivaleyst verið blóðbornir tuberklar.