Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 80
86
Rannsóknir um reyðblóðkroppanoringima
8. og 9. mynd fevna um oll royndarúrslitini. Á 8. mynd
er súrevnisnógdin abcissa, og vóksturin í ókjarnaðum reyð-
blóðkroppum fyri hvónn kjarnaðan alt royndarskeiðið er
ordinatur. Á 9. mynd er súrevnisnógdin abcissa, ordinatur er
vóksturin í ókjarnaðum reyðblóðkroppum í óllum royndar-
skeiðinum borin saman við vóksturin í andarúmi.
í summum royndunum síggja vit ikki bert fullkomið
vakstrartarn bæði við lágum og hógum súrevnistrýsti, men
vit síggja, at heildarkyknutalið enntá minkar eitt lítið sind-
ur. Hetta kundi verið at fata sum kyknuoyðing; men táið
eingin reyðblóðkroppalóstur nakrantíð er funnin, kunnu
vit vísa burtur hugsanina um oyðing, og minkanin má koma
av, at skeivt er talt. Yit síggja lítlan og ongan mun á kyknu-
gerð í 30 %, 20 % og 10 % av súrevni. Bæði 40 % og
5 % valda nakað av tarni, og í 50 % og 2.5 % heldur
nðringin av ókjarnaðum heilt uppat. Hesi úrslit vísa, at
beinleiðis ávirkan av lágum súrevnistrýsti á kjarnaðu reyð-
blóðkropparnar í glarroyndum ikki megnar at eggja nóring-
ina í teim ókjarnaðu og tey greina heldur ikki, hví vit fáa
ókta blóðgerð í lágum súrevnistrýsti. Annað hvórt mega vit
hugsa okkum, at tilgongdin við blóðgerðini er onnur í liv-
andi verum enn í glarroyndum, ella at lága súrevnistrýstið
bert óbeinleiðis megnar at ókja um blóðkyknugerðina í
livandi verum. At enda kunnu vit hugsa okkum, at onnur
viðurskifti enn lágt súrevnistrýst gera vart við seg í blóð-
kyknugerðini.
Tilsamans eru gjórdar o. u. 125 royndir við súrevnistrýsti
— o. u. 60 av teim fyrstu fóru til at fáa í lag nýtiligt starvs-
lag.