Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 102
108
Um toxoplasmosis
vita, bert hjá tilkomnum fólki. Hesin lítli smádrongur var
ikki vánaligur, hvorki av meslingum ella toxoplasmosis,
og fekk onga eftirsjúku eftir meslingarnar. Vit mega halda,
at tað var av tilviljum, at báðar sjúkurnar komu í senn hjá
sama barni. Hetta týðir neyvan annað, enn at drongurin er
vorðin smittaður við báðum sjúkum nakað um sama leitið.
Vit vita, at toxoplasmosis kann vera ein eyðkennisleys, púra
dumb ígerð, bæði hjá dýrum og fólki. Men vit vita einki
um, at hon verður framd av meslingum. Sjálvandi kunnu
vit hugsa okkum, at tað er tað, ið hent hevur. Hetta krevur
sjálvandi, at likamið hýsir toxoplasmafrumkyknum,
áðrenn tað verður smittað við meslingum.
Hesar báðar sjúkrasogur eru eyðkenniligar av tí stóru
nógd av monocytum í blóðstrokstilbúningunum. Hjá
fyrra sjúklinginum varð kannað 2 ferðir. Tolini vóru 69
og 57 %. í sjúkusógu II var kannað 3 ferðir. Lægsta talið
var her 14, og dagin fyri, sum hann fór av sjúkrahúsinum,
kom tað upp í 44%. Hesar teljingar víkja frá óllum higartil
kendum blóðmyndum frá sjúklingum við toxoplasmosis.
í Siims 3 ritgerðum 6’ 10 eru kannaðar 22 blóðstroks-
tilbúningar frá 9 sjúklingum. 011 monocyt-tólini liggja her
ímillum 2/3 og 7 %. í fimm av hesum 9 sjúkradagbókum er
eftir einstaka ella fleiri teljingar lagt afturat: »Atypiske
lymfocyter af meget lignende karakter som mononucleose«
ella onnur orð eru nýtt, sum siga tað sama, ivaleyst fyri at
vísa á, at ilt er at seta mark millum lymfocytar og mono-
cytar. Júst hetta sama verður sagt í 2. sjúkusógu, tá ið
rannsóknarmaðurin á Dronning Alexandrines hospital í
Tórshavn sigur: »Meginparturin av monocytunum eru
óstaðnar kyknur.« Munurin er tí neyvan verunligur —
vísist bert so.
Maðurin í 2. sjúkusógu kom heim av skipi úr Grónlandi
í byrjan oktober 1951, og hann sjúklaðist fyrst í desember
s. á. Tað man neyvan vera ivi um, at hann er smittaður, aftan
á at hann er heimkomin, og ikki umborð á skipi, sum fisk-
aði við Grónland og síðan hevði 10—12 daga heimferð.