Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 63
Rannsóknir um reyðblóðlkroppanwriingina
69
J/4 tíma við 1000 umferðum í minuttinum. Undir kláru
blóðvætarsúluni í senduskiljuglasinum síggja vit nú trý
log: Ovast eitt heilt tunt, gráligt lag, tað eru hvítblóðkropp-
ar, síðan eitt ljósareytt lag, har meginparturin av óbúnu
reyð- og hvítblóðkroppunum er samankomin; og so triðja
lagið, sum er myrkari reytt, og sum mest at kalla er full-
búnir ókjarnaðir reyðblóðkroppar. Hitt ovasta lagið verður,
saman við blóðvætarsúluni, tikið omanav við sogpípu og
stoytt burtur. Næsta lagið verður tikið omanav og rort uppí
2 ml av Ringerlogi, og niðasta lagið verður stoytt burtur.
Meykið av óbúnu kjarnaðu kyknunum verður sett at standa
í friði o. u. 10 minuttir, og fer tá aloftast fram lítil úrskilj-
ing. Omaná stendur so eitt samfingið meyk, og verður tað
sogið omanav og latið í tvey smá glos (9.5 X 4 mm), sum
verða senduskild í 25 minuttir við 1000 umferðum í minutt-
inum. Táið lokin er senduskiljingin, verður Ringer-logurin
tikin frá, og so mikið av ljósareyða, kjarnaða kyknulagnum,
sum tilber, verður sogið omanav við Pasteur sogpípu og
rórt uppí 8 ml av Ringerlógi. Orsókin til tvífaldu sendu-
skiljingina er, at vit royna at fáa talið á kjarnaðum kyknum
so hógt, og heildartalið so lágt sum gjórligt fyri hvónn cmm.
Nú verður talt til at avgera kyknutalið fyri hvónn cmm, og
verður so meykið sett at standa í friði í 20 minuttir, og
síðani verður tynt so mikið, at kjarnaðu kyknurnar verða
6—7000 pr. cmm. Tynningina fáa vit við at lata uppí so
mikið av sveitavatni frá sjálvum dýrinum, ið mergurin er
tikin úr, 10 % av Hepsol fort. og Ringerlógi, at tað lidna
meykið við atliti til sveitavatn hevur styrkina 30 % og við
atliti til Hepsol fort. styrkina 1 %. Hepsol og sveitavatn
lata vit útí til at fáa bestu nóringarlíkindindi og vinna tá
tað, at munurin á vókstri í súrevnist'rýsti royndarinnar og
fyrisetninginum (andarúm) verður meiri sjónskur. Meykið
verður sílað ígjógnum lívssóra gazu til at fáa burtur mógu-
ligar úrskiljingar, og er so liðugt til royndar.
Síðan verða latnir 2 ml uppí hvórt Warburgkamarið,
og somu nógdir verða latnar uppí 3 pinkuglós. Meðan hetta