Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 64
70
Rannsóknir um reyð’blóðkroppanóringina
verður gjort, verður bikarglasið við meykinum í stoðugt og
varisliga skakað. Til hvðrja roynd verða nýtt 6 komur. Tey
verða nú sett í vatn á 38° C. í trimum av komrunum er
andarúm, og verða tey nýtt sum fyrisett mát; hini trý verða
fyllt við kovievni við kendum súrevnisprosenti. Meðan
royndin fer fram, verða komrini skakað við skakingar-
talinum o. u. 100 í minuttinum, so tað sleppst undan ber-
skaka. Sama skakingarferð er nýtt í ollum royndum. Ur
hvorjum pinkuglasi verða tiknir 2 vertir, annar til at telja
kjarnaðar kyknur og hin til heildarteljing, miðalvirðini
verða tá bæði byrjunarvirðini. Eitt sindur av meykinum
verður senduskilt, logurin, sum omaná stendur, verður
stoyttur burtur og blóðkropparnir rordir saman við fáum
dropum av sveitavatni. Síðani verða beinan vegin gjordar
strokstilbúningar til lutfallsteljingar, so nogdin av kjarnað-
um reyðblóðkroppum burtur av teimum kjarnaðu kyknunum
kann verða tald. Táið lidnir eru 2, 4 og 5 tímar, verða 2
komur tikin út, og hvórja ferð verður talt. Til at fáa álítandi
úrslit vóru í fyrstani klíningarnir til miklan ampa, men
hesum slappst undan við at gera so:
1) goyma blóðið á 2—4° C í eitt samdógur undan sendu-
skilj ingini,
2) púra hemoglobinsórt sveitavatn,
3) tær kjarnaðu kyknurnar vóru í Ringer-lógnum bert ta
ásettu tíðina, áðrenn sveitavatnið fór í.
Sjálvandi mugu vit geva okkum undir hesar treytir allar
ísenn. Ofta hevur verið trupult at fáa álítandi teljingar
í fyrstu tilbúningum, orsakað av óreinsku, mest kyknu-
brotum. Teljingin eftir 4. og 5. tíma var nógv lættari, tí
tilbúningarnir vóru tá leysir av óreinsku, ivaleyst orsakað
av kyknuáti (phagocytosa).