Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 33
Rúnarsteinur í Fámjim
39
1. regla. Rúnarstavirnir, sum skulu verða lisnir frá
vinstru til hogru eru hesir:
tlhf'
1 Henda rún er ikki beinleiðis greið.
Forna rúnin |~ hevði ljóðvirðið l, og hetta skuldi so verið
ein »stungin« l rún; men samanborið við aðru reglu, man
hon her kortini, sum vit skulu fáa at síggja, helst skula
verða lisin sum avlagaður rúnarstavur fyri d.
Tann forna norrona rúnin fyri ljóðvirðið t var 1, men
tá ið tað seinri var torvur á at hava serstakan stav fyri d,
fær hon ein punt í, 1. Hetta hendi einaferð í miðold, tá
menn gjordu sær ta rúnarslag, sum nú verður nevnt »stungn-
ar rúnir«.
Fyrsta teir vita um hesa rún fyri d nýtta í Noregi er í
1197 (Vinje stavkirkju)9, bls. 103. Somu rún hava vit á
Sandavágssteininum o. u. 12001.
Uppaftur seinri, men kortini longu í miðoldini verður
hesin puntur fluttur inn á stavin sjálvan, so rúnin verður
annaðhvort 1 ella 1 Sermerkti miðkvisturin á rún
okkara kann hava samband við sovorðnar, sum dómi eru um
í íslendskum innskriftum.2
Men her á rún okkara vendir, sum tað sæst, ovari kvistur
ovugta vegin. Til tess er at siga, at t rúnin 1 ikki so sjáldan
verður rist sum T, ið jú veruliga er l rúnin, men sum eftir
samanhanginum má verða lisin sum d, og á hin bógvin kann
fyri l verða skrivað 1. Sum dómi skal verða nevnd innskrift
í Ródven kirkju, Romsdalen, Noregi9, bls. 107.
Eftir innihaldinum í innskriftreglum okkara, man hesin
siavur vera av sama slagi: ein stungin d rún.
B Forni rúnarstavurin fyri b var annaðhvort fc ella B,
hesin seinri er nógv vanligastur í teirri stungnu rúnarróðini.
Vit hava hann t. d. á Sandavágssteininurn1.
Tá ið seinri verður tórvur á at hava serstakan stav fyri p,
verður hann stungin soleiðis sum her 6.
Tað eru so nógvar poknur í hesum steini, at ivasamt kann
vera, hvat ið er hógt og hvat ið er komið ella horvið av