Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 99
Um toxoplasmosis
105
hin 13/12. Hovuðpína var einasta mein, hann kendi sær,
at síggja til einki sjúkligt, hitin undantikin. — Widals-vísing
13/12, 14/12 og 15/12 : + 1/50 fyri paratyfus og + 1/25
fyri landfarsótt. Um henda fyrsta veika vísingin hevði havt
nakað at gera við paratyfus, áttu vit at væntað sterka hækk-
ing 2 næstu dagarnar, men so var ikki. Skarn varð sent
Statens seruminstitut 14/12; svarið kom, sum væntandi
var, ikki fyrr enn nakað var umliðið. Tað ljóðaði: í skarn-
inum ongar sjúkuelvandi smáverur. — Tó at — nú sjúkan
hevði varað í 7 dagar — einki fast var um at halda við
avgerðini paratyfus, var henda sjúkan, tá hugsa verður
um hitt hættiliga grannalagið, hin eyðvaldasta sjúkuavgerð.
Eisini var matvorukrambúð í húsinum, tí var ógjorligt at
hava sjúklingin heima longur til framhaldandi eftiransan,
og 17/12 1951 varð hann lagdur inn á Dronning Alexan-
drines hospital í Tórshavn at kanna viðvíkjandi paratyfus.
Hann var latin út aftur haðani 1/2 1952.
Tær 6 vikurnar, hann var á sjúkrahúsinum ansaðist:
Hiti í stívan mánað, fyrst hogur — upp í 40° — og alla
tíðina ójavnur, men uttan eyðsýnan mun á kvoldi og morgni,
minkandi smátt og smátt, men ikki javnan. Lívæðraslátturin
vísti ongantíð nakað óvanligt, hann var hvórki dikrotur eyð-
sýniliga seinur ella serliga skjótur. Widals vísing 8/12 og
12/12 var veikt positiv viðvíkjandi paratyfus (1/50 og 1/25)
negativ viðvíkjandi landfarsótt. Blókroppafallið varð
mált 4 ferðir: 1. ferð dagin eftir at hann kom á sjúkra-
húsið, síðstu ferð 2 dagar áðrenn hann fór haðani. Tólini
vóru 19, 26, 25 og 23 (1 tíma). Blóðrannsóknin vísti: