Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 125
131
P&oriasis í Foroyum
1,4 % hóskar betur saman við kanningarnar hjá Schwartz,
sum í Keypmannahavn hevur funnið 1,65 % við psoriasis.
Sjálvandi er illt at siga, hvussu fullfíggjað henda rann-
sóknin er. Tað einasta, vit við vissu kunnu siga, er, at eingin
sum skyldfólk ella grannar sogdu vera sjúkan, bar seg undan
at verða eftirhugdur, men kom av sær sjálvum.
2. TALVA
158 đ 154 9
Kannað Examined Annara frásøgn Anamnestic Kannað Examined Annara frásøgn Anamnestic
Tal Number 0/ /0 Tal Number °/o Tal Number °/o Tal Number %
Klakksvík 37 82,2 8 17,8 33 91,7 3 8,3
Hin part. av Norður- oyggjunum 18 64,3 10 35,7 21 91,3 2 8,7
Eysturoy 57 67,1 28 32,9 93 97,9 2 2,1
Tilsamans (Total) 112 70,9 46 29,1 147 95,5 7 4,5
Stórsti meinbogin stóðst av teimum monnum, sum vóru til
skips, meðan rannsóknin fór fram. I 2. talvu síggja vit, at
um 30 % av monnunum eru »dómdir« at hava psoriasis
einans eftir annara frásógn, meðan kvinnurnar allar eru
kannaðar uttan 4,5 %, ið eru »dðmd« eftir annara frásógn.
Hesar frásagnir eru í hvórjum einstókum fóri fingnar frá
fleiri av næstu ættarfólkum, vanliga frá móður, konu og ein-
um ella fleiri av systkjunum, sum óll uttan at vita hvór av
óðrum siga frá eyðkendum útbrotum á teimum fyri psoriasis
me&t vanligu likamspórtum.