Fróðskaparrit - 01.01.1953, Page 16

Fróðskaparrit - 01.01.1953, Page 16
22 Hvat er íslendska orðið naumur? ið hann heldur koma av frumnorronum sniði *naru>umaR. Eisini í bók síni »Geschichte der Nordisdhen Sprachen« (sí útgávuna frá 1913, bls. 106—07) og í mállæru síni »Alt- islándische und Altnorwegisdhe Grammatik« (sí útgávuna frá 1903, bls. 149), greiðir Noreen frá »ljóðlógini«, hann rakti við (»r hvórvur framman fyri w«), og í óllum frá- greiðingunum er orðið naumur eitt hóvuðsumhaldið hjá honum. Er greiðing Noreens hein, fáa vit ikki bert tað, at naumur, t. e. frumnorr. *narwumaR (Gesch.: *narwumR) fær verið skylt við fornsaksiskt naru, angulsaksiskt nearu, enskt narrow, men so fær lýsingarorðið aumr (fór. eymur) eisini verið eitt upprunaligt *arbumR, skvlt við orðið armrb adj. (*arma-), sum á fornum máli hevði somu merking, eins og norrónt haust n. (fór. heyst) er upprunaligt 1 harbusta (sbr. angulsaks. hærfest, týskt herbst o. tíl). Men viðvíkjandi »ljóðlóg« Noreens eru menn ikki á einum máli, hóast flestir 'halda, at upprunin at orðinum haust er tann, sum Noreen nevnir (ella kanska heldur *harbista). Eg skal ikki róða langt um hetta, men víst skal verða á, at ein týdningarmikil liður í hugsanarstyrking Noreens (um for- skoytið au-) hevur fingið deyðamein av ritgerð eftir Hjalmar Falk í »Festskrift til Finnur Jónsson« (1928, bls. 339). Lívseigari enn annað í ritgerð Noreens hevur, sum áður er nevnt, greiningin av orðinum naumur verið. Men eisini her eru menn ójavnir á máli, sí t. d. av nýggjari orðabókum Holthausen: Vergleichendes und etymologisches Wðrterbuch des Altwestnordischen (Gðttingen 1948), har er naumur sett í samband við stovnin í nauð f. (fór. neyð), sum longu Kluge í »Nominale Stammbildungslehre der altgerman- ischen Dialekte« hevði skotið upp. Sama heldur Per Persson í bókini »Studien zur Lehre von der Wurzelvariation« (Upsala 1891), og Hellquist í orðabók síni (bls. 537, 538). Hellquist sigur annars (í »Studier ófver de svenska sjó- namnen«, 1903-06, bls. 449, og í orðabók síni) staðanavnið Nómmen (1660: stora Nóm) í Smálandi at vera komið av *nomber adj. fornsvenskt snið av íslendska orðinum naumur.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.