Fróðskaparrit - 01.01.1953, Page 35

Fróðskaparrit - 01.01.1953, Page 35
41 Rúnarsteinur í Fámjin Viðvíkjandi tíðarfestingini sigur hann, at hesar rúnir, eftir eyðkennum teirra, eru »yngre end den egentlige rune- periode i middelalderen«, og at teir í Noregi hava steinar við sovorðnum innskriftum sum hesa »fra tidlig efterrefor- matorisk tid«. 2. regla. Stavirnir í aðru reglu eru, sum nevnt, 4 og eru vanligir latínskir stavir; triðji er nakað máaður, men kortini lesandi, og vit lesa her: D P S F Her er eingin ivi um at fyrsti stavur er d; tá ið allir hinir stavirnir eru teir somu í báðum reglum, er óivað góð grund at halda eisini teir fyrstu vera tað; og tí fyrsta rún er beint lisin sum ein stungin d rún. At annar stavurin á myndini tykist at hava tvær bungur er av tilvild; steinurin er bara soleiðis máaður, við kanning á steininum sjálvum er greitt, at her er hogt P. Hví her eru hogdir somu stavir við latínskum bókstavum og rúnum, er óvist, men hetta kann væl vísa, at steinurin, soleiðis sum vit sóu við rúnarkanningunum, er heldur ungur. Tað skal kortini verða sagt, at í hinum Norðurlondum hava vit úr miðold steinar við innskriftum bæði við rúnum og oðrum stavum (majusklum j3’6; og innrit við latínskum stavum saman við rúnum5. 3. regla. Har eru skovur eftir nokrum nú ólesandi stav- um; um hetta eru rúnir ella annað er ikki at siga. Hin sein- asti kann so dánt hómast og man helst vera eitt 3 tal ella heldur eitt 8 tal. Havi vitað um tað ber til at lesa regluna sum ANNO, men haldi kortini her heldur hava verið árstal. III. Spurningurin verður nú, hvussu innskriftin eigur at verða týdd, tá ið, sum her, bara 4 stavir eru um at gera. Tað vil so til, at teir í Noregi, sum frammanundan nevnt, hava steinar við somu innskriftum, sum teir hava týtt so- leiðis, at fyrsti stavur er fornavn á manni, annar og triðji siga hvors sonur hann er, og fjórði er staðarnavnið.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.