Fróðskaparrit - 01.01.1953, Side 2
8
Er pílaslagið pálmi innflutt?
unum vóru sannir pálmar fyri hond; í teim norðaru lond-
unum royndu fólk eisini at halda henda sið, men her vóru
ikki sannir pálmar at fáa. Tey nýttu tí onnur leyvtró fyri
pálmar. Pílagreinar við blómandi reklum uppiá vóru van-
ligast nýttir í Norðurlondum og í Onglandi ( Rasmussen^ ).
Av hesum siði er pálmanavnið komið á ymiss pílaslóg
í Norðurlondum.
Jens Chr. Svabo1 og Jórgen Landt2 eru teir fyrstu, sum
skrivað hava um pálmanavnið í Fðroyum, og spyrja vit
nú, nær hetta pálmanavn man vera komið til Fóroyar,
kann tað ikki vera seinni enn tann hending, teir báðir sipa
til (o. u. 1660). Nókur líkindi eru til, at tað hevur verið
væl fyri hetta tíðarskeið; tí í 15. og 16. óld hevur hesin
siður, at »bera pálmar« pálmasunnudag, verið um flestu
Norðurlond (Rasmussen3, J enssen-T usch13, Aug.
Lyttkens14 og Britten & Holland15). Tað er tí ikki órímiligt
um vit halda at sami siður kann hava verið í Fðroyum
við; nakað beinvegis prógv fyri at so hevur verið, hava
vit ikki; men av tí, at kirkjuligar samgongur við Noreg
ikki vóru sjáldsamar, er tað meira órímiligt at siðurin
ikki skuldi verið fluttur higar.
Svabo^ og Landt2 sipa báðir til sama latínska plantu-
navn, Salix caprea, tá teir skriva um pálmanavnið. Kortini
er tað í royndum so, at allir teir pílarunnar, sum vaksa
á teimum stóðum, sum teir vísa til: Við Sjógv, á Strondum,
í Øravík, á Toftum og í Hvalvík, eru ikki S. caprea men
Salix phylicifolia. Staðurin, har hesin sami pílur veksur
í Øravík, er nevndur vesturi í pálmsskógv, og pílurin, har
veksur, verður enn kallaður pálmi; tað er tí neyðugt at
kanna gjóllari, hvórt av hesum báðum pílaslógum, S. ca-
prea ella S. phylicifolia, ið upprunaliga hevur átt pálma-
navnið.
Gomul sógn er, at pálmin varð innfluttur úr Noregi til
Fóroyar um 1660, og teir flestu hðvundar aftaná Jórgen
Landt sipa meir og minni til hesa sógn, og tað man ivaleyst
vera Landt, sum er upphavið til sógnina. í bók síni »Forsóg