Fróðskaparrit - 01.01.1953, Page 6
12
Er pílaslagið pálmi innflutt?
har hann setti pílin niður, kann hetta týða á, at voksturin
var sjáldsamur; men tá træið har vaks seinri var S. phylici-
folia, skuldi hitt verið sera vandaliga avoytt og hetta komið
í staðin fyri. Til eitt slíkt umskifti eru tó líkindi minni enu
smá.
Vissari man tó vera, at plantan upprunaliga var S. phy-
licifolia og at bæði Svabo og Landt hava blandað novnini.
Hvorgin teirra var særfróður í plantufroði, og mætari menn
í plantufroði enn teir eru farnir villir í pílaslogunum. So-
leiðis hevur W. C. Trevelyan, sum vitjaði Fóroyar 1821, lagt
eitt pílaslag úr Fóroyum inn á Botanisk Museum í Keyp-
mannahavn, merkt Salix hastata7; men tað er veruliga S.
phylicifolia.
IV.
Hvussu mikið kunnu vit líta á sagnirnar?
Eftir sum alt málið um »pálmarnar« hvílir á sógnum,
ber ikki til at sleppa teim so. Vit mega kanna eftir hvat álit
vit kunnu hava á teimum.
Tað eru serliga tvey nóvn, sum eftir Landt eru heft við
pálmarnar á Strondum og í Øravík, systkini Ole ella Oluf
Larvesen (Lavritzen) og Marjun Larvesdotter (Vísa Mar-
jun). Hesi bæði eru flættað inn í so mangar sagnir og ævin-
týriligar hendingar og viðfáningar, sum lítið og einki kunnu
hava við veruleikan at gera. Summar av sógnunum um tey,
eru eisini so mótsigandi, at tær illa eru álítandi, og maður
kann stundum ivast um, at hann hevur við sóguligar per-
sónar at gera. Tó man eingin ivi vera um, at tey bæði hava
verið til.
í ]akobsen,5 bls. 209: »Marjun Larvasdóttir nevnd Vísa-
Marjun í Øravík var systir teir tiltiknu Larvasarsynirnar.
Pápin, Larvas í Øravík hevði konu av Strondum í Eystur-
oy«, men á bls. 42 í somu bók stendur, at Marjun hevði verið
á Finnmórkini við bróður sínum, og at har hevði hon lært
finnagand. Slektað skuldi hon vera av Strondum. Hammers-
haimb1(i sigur hana vera komna úr Kollafirði til Øra-