Fróðskaparrit - 01.01.1953, Page 34
40
Rúnarsteinur í Fámjin
oðrum ávum, men soleiðis sum hesir puntir standa, er neyv-
an ivi um, at talan er um stungna rún við ljóðvirði p.
H Tann forna norrona rúnin fyri ljóðvirði s1 hevur van-
liga sama snið í miðold við, tó at fleiri enn henda verða
nýttar. Men nakað um somu tíð sum sunđurbýtingin hendir
millum rúnirnar fyri t og d, hendir hetta sama við s-rún-
unum, soleiðis at 1 ella * verða rúnartekin fyri s og H fyri
c (z). Hesa » rún hava vit á Sandavágssteininum1; men
seinri — í eftirtrúbótarskriftum — verður H rúnin fyri s.
Eitt domi um hetta hava vit á einum kistlabotni á Forn-
minnissavninum (nr. 1176), hesin er tíðarmerktur: ANNO
1695.
F Rúnin fyri ljóðvirðið / er í teimum eldru rúnarroð-
unum altíð F, men í miðold fær hon bogaðar kvistar sum
her og t. d. á Sandavágssteininum1; og er hetta vanligt
síðan (sí 2. mynd).
2. mynd. Latínska bókstavarøðin skorin við rúnum
á kistlabotn (F. F. nr. 1176).
The latin alphabet written in runes.
Føroya Fornminnissavn reg. nr. 1176.
Við hesum kanningum skuldi verið prógvað, at hesar
rúnir mega vera yngri enn Sandavágsrúnirnar, og helst ristar
onkun tíð í seinra parti av miðold, ella nærri, um ella aftaná
trúbótina.
Skrivaðar við latínskum stavum verða tær:
D P S F
Harra Magnus Olsen, professara, veiti eg bestu tókk fyri
vælvildarhjálp í ymsum ivamálum.