Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 51
Nólsoyarfundurin
og eingin svorður ella tílíkt er, ið skilir hana sundur, so
man tað vera beint at halda, at plássið hevur staðið opið
frá teirri tíðini, hesin svorður var vollur, og til fyrsti vegur
varð gjðrdur. Markið upp í tíðina av hesari flónni eigur tí
at vera sett um miðjuna, kanska nakað aftaná miðjuna
av seinastu old.
Markið aftur í tíðina mega vit seta við hin gamla svorðin,
har viðjubandið lá. Sum nevnt eru tílík viðjubond funnin í
tilætlaðum miðaldarfundum í Foroyum fyrr, men at gera
nakra aldursmeting eftir henni, ber kortini ikki til.
Miða vit okkum eftir teirri sokking, sum Jessen4 sigur
frá, so er líkast til, at afturmarkið eigur at vera sett til mið-
oldina (norrona miðold) og ikki til fyrst í landnámstíðini,
sum Brogger2 heldur.
Rokna vit eftir niðastu flónni, móflónni (b), so vita vit,
at niðurmark hennara undir sementgarðinum er 65 cm undir
sjóvarmálanum. Leingja vit linjurnar báðar (undir og
omaná mónum) úteftir, so kunna vit siga, at har hesar linjur
bera saman, er sokkingin okkurt um 100 cm, um so er, at
mógvurin rokkur so langt út. Mógvurin hevur sjálvandi
ligið omanfyri sjóvarmálan, tá ið hann varð tilgjordur, men
ivaleyst stutt omanfyri sjóvarmálan, hetta miðja bæði reka-
tro, tari og smáleivdir av skeljadjórum ímóti.
Sokkingin á staðnum fer tí at liggja millum 65 og o. u.
100 cm; meta vit hetta samanvið úrslit Jessens4, so eigur
markið aftur í tíðina, sum fyrr nevnt, at verða sett til mið-
skeiðis í miðold.
Fara vit nú at spyrja, hvussu eru hesi bein komin har á
staðið, tey vórðu funnin; eru tey grivin niður? eru tey
blakað har? eru tey rikin upp av sjógv ella fokin saman?
So er hartil at siga: Niðurgrivin eru tey valla, til tess liggja
tey eru ov spjadd, ein skoltur her, eitt riv har o. s. fr. Burtur-
tveitt har saman við ruski eru tey neyvan, tí at eingin oska,
brot av nýtslulutum ella annað vanligt burturkast varð funn-
ið. Helst man hetta vera rikið upp av sjógv ella sumt kanska
fokið saman.