Fróðskaparrit - 01.01.1953, Page 58
64
Rannsóknir um reyðblóðlkroippanoringina
I sjálvum kassanum er vatn, sum vit halda á jovnum hita-
stigi — í hesum fori á 38° C — hin sami sum innvolshiti
menniskjunnar. Ur súrevnis- og kovievnisílotunum (h. m. á
myndini) varð gjort eitt bland av 02 og N2, so tú altíð hevði
vissu fyri, hvussu nógv procent 02 vóru í blandinum.
1. mynd.
Royndartól. — The apparatus.
Áðrenn 02-blandið verður latið inn í Warburgkómrini,
fer tað gjognum ein lívssoran vatt-gazutopp, ið settur
verður í rórið, sum gongur frá trýstmátinum. Hetta verður
gjórt til tess at fáa loftblandið so reint sum gjórligt. 011 am-
boð, ið nýtt verða til royndirnar, verða hitaviðgjórd (turrur
hiti — 140° C — ella vátur hiti — 120° C undir trýsti).
Alt úr glari, eisini sprænur og nálir, verður viðgjórt í turrum
hita, 140° C í 3 tímar. Warburgkómrini fáa somu viðgerð,
og harafturat verða tey, áðrenn hitaviðgerðina, reinsað í
kromsvávulsýru, so eingi líkindi eru til, at lívrunnin evni