Fróðskaparrit - 01.01.1953, Page 94
Um toxoplasmosis í Føroyum.
Eftir R. K. Rasmussen.*
Toxoplasmosis er sjúka, sum elvist av einari frum-
kyknu, toxoplasma; hon er 2—4 mikron tjúkk, 4—8 mikron
long og eitt sindur bogin. Hetta er snúltari, fyrstu ferð
funnin í 1908 av Nicolle ogMonceaux í Norðurafriku. Sjúk-
an er longu nú kend bæði hjá menniskjum og hjá mongum
ymissum dýrum víða um á jorðini — eisini í Svíaríki,
Noregi og Danmork. — Óneyðugt er her at gera burtur úr
sogu toxoplasmonisis. Hon er — júst tí sjúkan er nýggj —
sogd so ofta í seinnu árum, næstan í hvorjari ritgerð, sum
nemur hetta evnið. Her verður tí bert víst á nakrar av teim
ritgerðum, sum fáast við toxcKplasmosis í Danmork, og sum
hava týdning fyri sjúkuna í Foroyum.
Hin fyrsta danska lýsingin av toxoplasmosis er í ritgerð
eftir M. Christiansen (1935—36) »De vigtigste sygdom-
me hos vildtet« í táttinum um harur. Har sigur hann m. a.:
»Af andre formentlige smitsomme haresygdomme skal jeg
nævne en forelobig ætiologisk ukendt lidelse, som jeg har
iagttaget nogle gange, ialt hos 13 harer«. Síðan kemur ein
ógvuliga greinilig lýsing av uppskurðinum, sum »i alt væ-
sentligt var ens for dem alle«. Seinni hevur roynst, at sjúkan
var toxoplasmosis, og eru tær sjúkligu likamsbroytingar
*) týtt hevur Jóhannes av Skarði.