Fróðskaparrit - 01.01.1953, Síða 97
Um toxoplasmosis
103
37°,3, um kvoldið ímillum 37°,6 og 38°,3. Hin 29 okt.
var lækni fyrstu ferð hjá dreiaginum. Einki sjúkligt ansað,
undantikið hitan. At síggja til lítið sjúkur. Lækni aftur
hjá dreinginum hin 8. nov. Tá vóru at finna fleiri eitlar á
vinstru síðu á hálsinum og av tí at drongurin framvegis
hevði eitt sindur av hita, varð hann hin 12. nov., 1 mánað
eftir at hann hevði fingið meslingarnar, lagdur inn á Dron-
ning Alexandrines hospital í Tórshavn fyri adenitis colli, og
var við hesa sjúkuavgerðina helst hugsað um tuberkla-
bruna í eitlunum, kanska elvdur av meslingunum. Yið fyrstu
sjúkuvitjan h. 29. okt. varnaðist læknin ongan eitlotrota,
men við vissu kann ikki sigast, at ikki longu tá var nakað
av trota í eitlunum á hálsinum.
Eitlarnir, ið sum nevnt bert vóru vinstrumegin, vóru
nakað ymissir til stóddar og fastleika. Miðskeiðis undir m.
sternocleidomastoideus var ein áflatur 2—3 cm stórur,
bleytur eitil, annars eitt rað av fóstum, at kalla hórðum,
ikki sárum, allar vegir leysum eitlum, sum rukku heilt frá
kjálkabeinshyrninum til herða'blaðið, allir sjónskir gjóg-
num húðina, frá ertna- itil stíva kaffibónastódd. Annars
at síggja til einki sjúkligt hitan undantiknan.
Drongurin varð nú verandi á Dronning Alexandrines
hospital í Tórshavn frá 12. nov. til 22. des. 1951. Við rann-
sóknum har varð funnið: Eitlarnir nakað tað sama, sum
tá hann fór heiman; hitin einans eitt sindur ovhógur tann
fyrsta dagin, annars í rættlagi alla tíðina á sjúkrahúsinum.
Blóðkroppafallið varð kannað 4 ferðir; tá hann kom á
sjúkrahúsið var tað 15 og var fallið niður í 9 (1 tíma), tá
hann aftur fór av sjúkrahúsinum. Mantoux-vísingin var
positiv. Róntgenrannsókn av lungunum vísti hógru lunga-
rót í stórra lagi, eitt sindur av kálki í vinstru lungarót.
Blóðstrokstilbúningur kannaður 2 ferðir. Samstundis vórðu
blóðkropparnir taldir: