Fróðskaparrit - 01.01.1953, Side 100
106
Um toxoplasmosis
Hvítu blóðk. Reyðu blóðk. Neutrof. L Eosinof. L Basof. L Lymfoc. Monoc. Haemo- gl. Index
1951 27/12 6.000 7,15m. 21% i % 0 58 o/o 21 % 85 % 0,6
1952 6/1 58 % 5% i% 21 % O *
1/2 5.200 8,0 m. 34% 5% Cn o 12% 44 % *) 95 % 0,53
Á Statens seruminstitut vóru ongar sjúkuelvandi garna-
bakteriur funnar, og Widalvísingin var negativ bæði
viðvíkjandi landfarsótt og paratyfus. Eingin vísing fyri
bacillus abortus Bang. Poul Bunnell’s vísing var negativ.
Við atliti til fyrr nevnda reglubundna rannsóknararbeiði
við blóði, sum sent var til hesa roynd, varð eisini roynd toxo-
plasmakomplementbindingarvísing. Hon var positiv í
tynning 1:128.
Hin 14/1 varð gjordur sternalstingur. Sogan varð
rannsakað á radiumstoðini í Aarhus. Endin á svarinum,
sum var sera greiniligt, ljóðar so: »Det udelukker dog ikke,
at der kan foreligge en leucæmi; men det synes dog ikke
sandsynligt«.
í húsi hjá sjúklinginum vóru: Konan, ein dóttir, sum var
21 ár og 2 synir, sum vóru ávikavist 14 og 8 ár. Tá ið hann
var komin heim, varð blóð frá konuni, dóttrini og 14 ára
syninum send til rannsóknar á Statens seruminstitut. Toxo-
plasmakomplementbindingarvísing var hjá ollum negativ
<1 :2. Toxoplasmahvorkigerðarvísing ógvuliga veik positiv
1:10 hjá móðurini og dóttrini, negativ hjá 14 ára dreing-
inum. Tynning 1:10 er har av stóðini mett at vera ógviliga
veikt positiv. Eftir hesum kunnu vit tó neyvan taka nakra
*) Nógdin av hesum kyknum vóru óstadnar.