Fróðskaparrit - 01.01.1953, Síða 106
112
Um toxoplasmosis
hvorjum einstokum av hesum 4 húsum hovdu tey í 1947
havt ein ella fleiri hundar, sum tá hovdu havt sjúkuna. Hjá
tí fimta, 30 ára gomlum manni, var hvorkigerðar-vísingin
ógviliga veikt positiv 1 : 10, hin vísingin <1:2. Hjá tí
sætta, 35 ára konufólki, var úrslitið positivt ávikavist í
tynninigi 1 : 250 og 1 : 4. At royndin her vísti positivt, er
ikki ivi í; men vit tora sjálvandi ikki siga, at upphavið er
frá tí hundinum, sum sjúkur var í 1947; men sum við kett-
unum í E og L er sterkur illgruni um, at hesin hundurin er
smittuatvoldin. Sjúkar kettur vóru ongantíð í húsinum.
Eisini varð í 1952 hlóð tikið úr 4 fólkum, sum vóru sjúk,
og hvors eyðkenni moguliga bendu á toxoplasmosis. Men tey
vístu oll negativt við báðum vísingum. Sama var við blóð-
inum frá 2 húsfólkum hjá einum av omanfyri nevndu fýra.
Eisini har vóru negativar vísingar.
At enda varð, í apríl 1952, blóð semt til Statens Seruminsti-
tut frá 2 systrum, sum hvor hevði átt barn við vatn í hóvd-
inum, onnur 1940 og hin í 1951. Hesar báðar vísingar
vóru eisini negativar.
B. Oktober mánaður er skurðtíðin í Fóroyum. Frá miðj-
an oktober til byrjan í november verða dripin o. u. 30.000
lomb og gamalseyðir. I húsinum í E vóru dripin 2 lomb,
og í húsinum í L eisini 2 lomb — báðum stóðum miðjan
oktober. Ivaleyst er, at seyður fær toxoplasmosis; men ógvi-
liga fáir tilburðir munu vera kunngjórdir. Sjolte2 nevnir,
at Olafson og Monlux í amerikanskum tíðarriti hava rótt um
hesa sjúku hjá einum seyði: »Sygdommen var patologisk
anatomisk encephalomyelitis med toxoplasmaer i de be-
tændte omraader«. — Lukkutíð er einki, ið bendir á, at fór-
oyski seyðurin er smittaður; men orsðk er til í framtíðini,
um vit hitta sjúkan seyð, at hava í huga toxoplasmosis.
Allkunnugt er, at í Fóroyum verður etið nógv turt kjót,
skerpikjót. Fyrsta tað er etandi, er 2 mánaðir eftir at vera
hongt upp, og ofta verður tað ikki etið, fyrr enn tað hevur
hingið í fleiri mánaðir. Meðan toxoplasma-frumkyknan liv-