Fróðskaparrit - 01.01.1953, Page 109
Tuberklar í heila- og mønuserki.
(Meningitis tuberculosa)
Eftir Axel Poulsen.
Tu'berklar í heila- og monuserki standast aloftast av
spjaðing av nogdum av blóðbornum tuberklum, blóðeitran
av tuberklabacillum kunnu vit nevna hetta. Merkingin av
hesi spjaðing er, at hon fer um allan kroppin, og at tuberk-
larnir ikki eins og í flestu fórum seta seg í ávísar likams-
partar. Henda seg kann at tuberklar í beinagrindini uttan
um heila og mónu mata seg ígjógnum og so statt koma
framat heila- og mónuserki.
Henda blóðborna spjaðing av tuberklum kemur patholog-
isk anatomisk til sjóndar í óllum likamspórtum sum smáir,
ljósir knyklar til stóddar sum hógl. Sjúkan vísir seg eitt
sindur ymist. Yið hvórt vilja mónutuberklar taka seg upp
beinan vegin og skjótt geva deyðamein, og við hvórt kann
vera ein hópin long undansjúka, áðrenn mónutuberklar av
álvara vísa seg og beina fyri sjúklinginum eftir stuttari tíð,
ofta eru tað dagar, kanska vikur um at gera. í hesi undan-
sjúku kunnu vit við rðntgenlýsing ávísa miliertuberklar í
lungunum.
Av tí at endin í ðllum fórum verður tuberklar í heila- og
mónuserki, havi eg nevnt hetta brotið neningitis tuberculosa.
Wallgren (1938) gjórdi greitt, at tuberklar í heila- og
mónuserki hjá bórnum eru væntandi skjótt aftan á nýsmittu.
Tá ið bórnini fingu hesa sjúku, kom hon aloftast 1—2