Fróðskaparrit - 01.01.1953, Page 110
116
Tuberklar í heila- og monuserki
mánaðir aftan á smittuna, hendingaferð seinri enn 3 mán-
aðir aftan á tuherkulinvend.
Ustvedt (1938) gjðrdi greitt, at tuberklar í heila- og
monuserki hjá bornum næstan altíð koma, áðrenn 3 mánaðir
eru farnir aftan á smittu og í ongum forum geva seg til
sjóndar seinri enn 1 ár eftir smittu.
í tilfarinum hjá Sigrid Holm (1947) vóru 2298 tuberku-
linvend — helvtin tilkomin, helvtin born — og var einans
1 fólk við meningitis tuberculosa. Hetta var ein 11-ára
gamal drongur, sum fekk meningitis 3 mánaðir aftan á
vend.
Leitner (1948) fann hjá 160 tilkomnum tuberkulinvend-
um 3 tilburðir av meningitis. Tey gjordus-t oll sjúk okkurt
um 1/2 ár aftan á smittuna.
í tilfarinum hjá Gedde-Dahl (1948) vóru 272 tuberkulin-
vend. Av teimum fingu 3 meningitis. 2 gjordust sjúk 3 mán-
aðir aftan á smittuna. Hetta vóru ung fólk. Tað triðja -— eitt
5-árs barn — fekk sjúkuna eitt ár aftan á vend.
Egnar royndir.
í ollum tilfarinum — tilsamans 517 tuberkulinvend —
vóru 17 tilburðir við tuberklum í heila- og monuserki. Hesir
meningitistilburðirnir komu upp í árunum 1937—1946 —
eitt tíðarbil, tá ið antibiotisk viðgerð var ikki komin. Hesir
tilburðir fingu sostatt onga munandi viðgerð. Allir 17 sjúk-
lingarnir doyðu tí — 15 á sjúkrahúsi, og 2 doyðu heima.
í trimum av tilburðunum tóku tuberklarnir í heila- og
monuserki seg upp av álvara burtur úr undansjúku (milier-
tuberklar). Hesir tríggir sjúklingarnir hovdu verið sjúkir
í 2—4 mánaðir, áðrenn meningitis gav teimum deyðamein.
I hinum 14 tilburðunum var meningitis hovuðssjúkan
beinan vegin fólkini gjordust sjúk, og doyðu tey 611 eftir
2—3 vikum.
I einum tilfari av 232 tuberkulinvendum vóru 10 tilburð-
ir av meningitis — 2 bórn og 8 tilkomin. Hetta gevur ein
títtleika av meningitis aftan á vend, sum er 4 %. *