Fróðskaparrit - 01.01.1953, Page 118
124
Cholesterol-pleuritis
Tí verður stungið við Jacobæus troicart og sogið út 200 cm3
av móreyðari vætu. Sáðing á agar gav ongan gróður, og
sjóneykukanningin var sum frammanundan frásagt.
Sjálvur kennir hann seg betri aftaná nakrar lungna-
hindarstingir, men hin fulla doyvdin um alt vinstra lungað
vardi við.
Hann varð heimsendur at ganga til viðgerðar og vóru
eftir 4 vikum 2 ferðir tómdir út um 200 cm3. Tveir dagar
aftaná seinra stingin fær hann skjálfta og 39 hitastig. Tí
varð hann aftur lagdur inn á sjúkrahúsið hin 8. mai. Hann
er nú meira ússaligur og trongur, verður viðgjórdur við
dipenicillin 500,000 i. e. x 2 og dihydrostreptomycin gr.
1x2 um samdógurið. Yið lungnahindarstingi verður nú,
sum áður, funnin ein mongd av cholesterol-krystallum, men
eisini hvítir og reyðir blóðkroppar; við sáðing á agar kemur
gróður av staphylococcus albus. Annars verður funnið í
pleuravætuni:
Cholesterol totalt....................
ester.....................
frítt ....................
% ................ .......
Lipoid fosfor ............ .......
Hvórkislig fiti ..................
Lipoid totalt
Cholesterol í blóði ..............
1160 mg %
885 mg %
275 mg %
24 %
7,1 mg %
959 mg %
2880 mg %
135 mg %
(Hesar rannsóknir eru gjórdar á D. S. S. Laboratoriet,
Nðrrevold 80, Kóbenhavn).
Vegna stókkandi hitastig og ígerðum verður hin 11.5
gjórd thoracocentesa við Biilaus avveiting. I næsta sam-
dóguri verða so við og við tómdir út 2 1, og síðan eru komnir
frá 1000 niður í 100 til 50 cm3 um dagin. Hóast viðgerð
við ymiskum óðrum antibiotika í stórum inngávum verður
flotið at enda rotið, og hin 31. 7. verður tí kappað av 9.
rivi aftantil við avveiting. Lungnahindin er hórð og 1 cm
tjúkk. Blóðkroppafallið er nú 125 mm.