Fróðskaparrit - 01.01.1953, Page 121
Cholesterol-píeurítis
127
hesin heldur, at krystallinsk cholesterin setur seg á avdeyðar
kyknir í lungnahindini, at kálk síðan setir seg á cholesterinið
á sama hátt sum gallsteinar verða til. Hann finnur í ollum
sínum 5 forum av sjúkuni hypercholesterinemi.
í okkara sjúkusogu verður funnið: Sjúklingurin hevur
haft pleuritis í 39 ár, pleura er tjúkk og kálkut, men
cholesterinhæddin í blóðinum er í lagi. Ein bróður sjúk-
lingsins er her á sjúkrahúsinum skorin fyri cholesterin-gall-
stein (ógviliga stórir steinar í gallbloðru og í gallrásini).
Tá ið vit so hava í huga, at hypercholesterinemi verður
funnið við lipoidosis familiaris (Harbitz-Milller) og tíðugt
við sukursjúku og myxódem, at cholesterin- kálksjúkan við
arteriosclerosis og gallstein eisini stendur í samband við
ættarbregði, er tað eisini hugsandi, at cholesterol-pleuritis
helst kemur hjá fólki, sum hava eina cholesterinevnisbroyt-
ing, sum víkir frá tí vanliga.
Havn, í oktober 1953.
SUMMARY
An account is given of a 63 year old man suffering
from cholesterol pleurisy. Total lipoid in the pleural effusi-
on 2380 mg. %, total cholesterol 1160 mg. %. At the age of
24 the patient was in bed for six months with fluid on the
left lung — without đoubt from tuberculous pleurisy.
From time to time over the past few years this rare
complaint has been discussed in Scandinavian medical
literature chiefly by Finnish writers.
This condition is probably due to an abnormal familiar
cholesterolmetabolism.