Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 87
Rannsóknir um reyðblóðkxopipanoringina
93
ókjarnaðu reyðblóðkropparnir norast seinri. Til at kanna
hetta gjollari er gjórd ein royndarroð við 10 royndum.
Vanliga nýtti Ringerlogurin hevur pH o. u. 7.5. Lata vit
6 % av CO^ niðurí, broytist pH og verður o. u. 6.7. Við
at hroyta lutfallið ímillum primert og sekundert fosfat
varð nú tilgjordur ein Ringerlogur við hesum pH uttan
tilforslu av C02. Hesin lógur varð býttur sundur og latin
upp í 50 ml hettuglós, sum vóru stoytt heilt full og vóru
latin aftur við lívssórum gummihettum.
Hitt kjarnaða lagið varð fyrst rórt út í 1 ml. av sveita-
vatni, og úr hesum meyki vóru beinan vegin tilgfjórdar tvær
meinlíkar tynningar ávikavist við Ringerlógi (pH 7.5) og
Ringerlógi (pH 6.7), og útí var latið sveitavatn og Hepsol
fort. sum vant. Vit fáa tá sama pct. av kjarnaðum reyðblóð-
kroppum og at kalla sama kyknutal í báðum tynningum. Úr-
slitini úr einari av hesum royndum eru sett upp á 13. talvu.
13. talva vísir, at tað ikki er kolsýran beinleiðis, men
pH-broytingin, sum er elvd av kolsýruni, ið hevur týdn-
ing fyri, hvassu skjótt reyðblóðkropparnir gerast.
Nógdin av kjarnaðu ireyðblóðkroppunum úr royndini í
13. talvu var 16 °/o. Eftir tí og eftir tólunum á talvuni fáa
vit, at í glasi 1 eru alt royndarskeiðið gýðrdir 8.58 ókjarn-
aðir reyðblókroppar pr. kjarnaðan. í glósunum 2, 3 og 4
vóru hesi tól: 8.23, 5.40 og 4.92. í glósunum 3 og 4 var so
skjótleikin í nóring at kalla tann sami. Hinar royndirnar
vístu sama lyndi. Úrslitini úr hesum 10 seinastu royndum
tykja at bera at sama borði: At tað ikki er sjálv kolsýran,
men vðksturin í súrguni — elvdur av kolsýruni — ið er
rætta orsókin til, at ókjarnaðu reyðblóðkropparnir nórast
seinri í 6 % C02. Til at fullfíggja úrslitið eru at enda nakrir
vertir við fallandi kolsýruinnihaldi — heilt frá 3 % til
20 % — settir at standa tríggjar dagar upp í slag.
Hægri C02-trýstið er, meiri tykist blóðgerðin í glar-
royndum at verða tarnað. Hesi úrslit í glarroyndum sam-
svara ikki tí, sum Jordan og Speidel (1924) halda fram, at