Fróðskaparrit - 01.01.1953, Síða 27
Fomnorront fn verður foroyskt dn
33
Aftan á hesa uppreksan fara vit at líta eitt sindur at
teim foroysku orðunum, sum 'hava fornmálsins stovn kóf 1
sær. Hvorkikynsorðið eitur, sum sagt, kóv ella kógv. Av tí
at tilfar mítt úr egnum uppskriftum er at kalla einki, nýti
eg her bert tað, sum eg havi funnið uppskrivað hjá dr. Jakob
Jakobsen. Hann hevur kóv (helst eisini samansetingarnar
mjórkakóv og kavakóv) úr Haraldssundi; annars sigur hann
bert so: »tað er sovorðið kóv úti, t. e. klumrut luft« (leggur
afturat: »kóv er tjúkkari luft, hím er tynnri luft«, og
— um tað hoyrir uppí her — »um veturin tá ið mjorki er,
vænta tey ringt veður«). Annars hevur hann úr oðrum stoð-
um skrivað upp: kavakógv, t. e. »kavaælingur uppi í fjoll-
unum við toku«, og mjórkakógv (-kágv), hetta seinna úr
Suðuroy5. Dr. Jakobsen hevur eisini (úr Norðuroyggjum?)
eitt lýsingarorð, sum man vera beinleiðis gjort av navn-
orðinum kóv, 'hóast fyrri liður er kóva- (regluligt var bert
kóv-). Tað er skrivað upp soleiðis: »tað sær so kóvaligt út,
t. e. tað er so klumrut at síggja, tjúkk luft, tað sæst ongan
veg fyri toku — eingin vindur, eitt sindur regn«. — Ur Suð-
uroy hevur dr. Jakobsen lýsingarorðið kógvin (sama sum
norska koven, eldri *kófinn): «tað er kógvið (kágvi) í
mjorka«.
Vit minnast, at vit áður hava nevnt foroyskt tódna v.,
sum er sama orðið sum íslendskt f)ófna og norskt tovna.
Somuleiðis hevur fdroyskt mál kódna v. av fornum *kófna,
norskum kovna. Men eisini eitt navnorð, sum í gerð er líkt
foroyskum -tódn (av *f)ófn), er til av stovninum í kóf-.
Orðið hevur dr. Jakobsen skrivað upp í Suðuroy í hesum
setninginum: »tað er kódn (kádn) í mjorka«. — Annars
er tað at siga, at eins og tódna á Suðuroyarmáli kann eita
tóvna, orminnist eg um, at mær er sagt, at sagnorðið at kódna
har áður eisini æt kóvna. Av tí, at eg havi mist burtur upp-
skrift mína, tori eg ikki at siga hetta við vissu.
Ætlanin við 'hesi ritgerðini er at vísa á hina sjáldsomu
ljóðgongdina, sum er til skjals í orðum sum tódna og kódna
(av jDÓfna og *kófna), har »fn« er vorðið dn. Eg havi