Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 6
12
Fiti í sild
støddini á sildini. Smá sild, sum er ikki búgvin at gýta,
er t. d. um heystið og veturin ofta feitari enn stór sild, sum
rogn og sil búnast í. Av tí at gýtingartíðin hjá sild er ójøvn,
hevur so væl sum gjørligt verið roynt bert at kanna sild,
sum gýtir á vetri og á vári. Royndir hava víst (Friðriksson
1958), at kemur rend av soltnari summargýtandi sild uppí
stovn av vetrar* og várgýtandi sild í veiðutíðini um summ*
arið, so lækkar miðal fitiinnihaldið.
í 2. talvu eru teir kannaðu sýnislutirnir, settir á rað. Talv«
an sýnir á triðja og fjórða teigi fiti* og vatninnihaldið funnið
við evnissundurloysing. Við hvørt hava kannaðir sýnislutir
verið frystir og er tað hugsandi, at sildin, tá ið hon er tiðn*
að, hevur mist nakað av vatni. Somuleiðis er hugsandi, at
sýnislutir, sum hava verið sendir til fiskiídnaðarstovuna, eru
nakað tornaðir áðrenn teir eru framkomnir. Á fimta teigi
er roknað út, hvussu nógv prosent fitin, funnin við sundur*
loysing, er av turrevninum (100 — °/o vatn). Talið, sum fæst
á henda hátt, er nærkvæmari enn sjálvt talið fyri fitiinnihaldi,
sum kann vera ávirkað av, at sildin hevur mist nakað av
vatni, áðrenn evnissundurloysingin varð gjørd.
Á 3. talvu eru rannsóknarúrslitini skipað eftir ári, mánaði
og veiðudegi, soleiðis at líkindi eru fyri at samanbera tølini.
Størsti parturin av kannaðum sýnislutum eru frá mai, juni
og juli, og myndar so statt, hvussu bráddliga fitiinnihaldið
í sildini veksur hesa tíðina á árinum. Á 4. talvu er gjørdur
ein samandráttur skipaður eftir árum og mánaði. Her eru
mánaðirnir juni og juli klovnir og miðaltøl eru rokna út
fyri hvørja helvt av mánaðinum.
Kannað vit miðaltølini fyri fitiinnihaldi síggja vit, at lægsta
fitiinnihaldið er funnið í mai hægsta i seinru helvt av juli
ella um mánaðarskifti juli—august. Frá seinast í juli og út
í oktober stendur sildin við, men fer so aftur at slakna. Tá
ið sildin er fullfeit er fitiinnihaldið um eina helvt av turr*
evninum, og tá ið hon er soltnast, er tað um fjórðung. Á
seinasta teigi á 4. talvu eru endurtikin miðaltølini frá norsk*=
um rannsóknum av vetrar* og vársild (januar, februar og