Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 69
Atlantssiðir — Atlantsorð
75
vísir hetta, hitt fornføroyska orðið barka (borku), sum nú
eitur børka (børku), er óivað eitt atlantsorð, men tað er av
norrønari rót, og so er eisini børkuvísa, børkubóndi o. s. fr.
í Hjaltlandi og Orknoyggjum eitur Potentilla erecta (børku*
vísa): bark, earUbark, hilbbark, og í hjaltlendskum staða*
nøvnum er líkt til, at eitt fornt barka (bórku) er varðveitt (sí
Jakob Jakobsen, Shetlandsøernes stednavne, 1901, bls. 191).
Torvskurður kundi verið komin úr Noregi, men mestur
man hann vera komin sunnaneftir til Føroya og íslands
(sí Jón Jóhannesson, íslendingasaga I, 1956, bls. 347). Søgn
er, at Orknoya*jallurin TorbEinarr «fann fyrstr manna at
skera torf ór jprðu til eldiviðar á Torfnesi á Skotlandi,
Jjvíat ilt var til (elldi=)viðar í eyjunum* (Orkneyinga saga,
København, 1913 — 16, bls. 10)). Er hetta beint, so er torf=
skeri (før. torv*) helst eitt atlantsorð, sum varðveitt er í
Føroyum, Hjaltlandi, Orknoyggjum og Suðuroyggjum (hetta
seinasta staðið í geliskum búna). Tann merkingin, sum orðið
mógvur hevur í føroyskum, «torvevni» («tørvejord»), og
mór kann hava í íslendskum, «torv» («tørv»), er óivað
íkomin fyri vestan hav; tað eg veit, er hon ikki til í Noregi.
Fyri torv, sum upp verður laðað, hevur fornísl. orðini
torfhraukr og torfstakkr. Før. hevur hitt merkiliga orðið
torvlutur ella lutur. Lutur (á fornmáli: */iíufr) er í før. eisini
til í orðinum tvøstlutur, men helst er lutur av fyrstu tíð
bert navn á torvluti. Eitt nú er lutur í orðabókini hjá Svabo
bert havt um torvlut (meta v. strues glebarum fossilium,
quæ hýemen sub dio habetur, etc.). Torvlutur av sama
skapilsi sum okkara er neyvan til í Noregi, men bæði í
írlandi og á skotska meginlandinum. í Skotlandi æt slíkur
lutur leet, eitt germanskt orð, sum í hesi merking kundi
verið komið úr norrønum atlantsmáli. Ella hava føroyingar
í fornari tíð fingið merkingina úr skotskum ella aðrari
enskari dialekt? Okkurt samband er her í hvussu er. Hin
føroyski luturin hevur, sum nevnt, írskt*skotskt snið.
Atlantssið finni eg eisini í tí, at føroyingar fyrr gróvu
tálg, tálgarstykki, niður í díki ella mýrar, í tálgardíkini tey