Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 151
Talið á ófullførum fólki í Føroyum.
157
førum tóktist eingin eyðsýn atvold at vera ella hava verið
til brekið. Sjálvandi kunna hjá møðrunum, meðan tær vóru
við barn, og bjá børnunum, meðan tey vóru heilt ung,
óansaðar sjúkur hava gjørt um seg, men einki er í lýsing*
unum sagt frá hesum. Mong av teimum ófullføru í bólk*
inum uttan kenda atvold hava andlitsskap, limalag og við*
føddar avskapingar, ið vanliga eru at finna hjá ófullførum
fólki í øðrum londum. Ivaleyst eru í hesum stóra bólki
at finna ein rúgva av teimum ófullføru, har arvaligar ílegur
gera um seg. Næststørsti, men nógv minni bólkurin er
mongolismus við 21 tilburðum, men annars eru ongar viðí
merkingar at gera til talvuna.
I 4. talvu er tilfarið skipað í aldursbólkar og eftir heim*
býli. t talvuni er eisini skilað til, hvar hin ófullføri má
haldast at vera best skikkaður at vera nú ella í næstu
framtíð. Metingin av hesum seinasta, sera umráðandi iva=
máli er fyri tey ófullføru, sum eru at vera á ófullførishúsi
ella íheimi, gjørd av læknunum har. Men fyri tey ófulb
føru, sum í Føroyum eru, hevur høvundurin mett um hetta
í samráð við lækna hins brekaða í hvørjum einstakum føri,
og hetta er gjørt við at viga upp brekið móti øllum um=
støðum, sum kendar vóru. Summi av teimum, ið av varða,
vísa frá sær alla uppílegging frá tí almenna, men mong
eru eisini tey, sum siga seg ikki vilja senda hin ófullføra
heiman, so leingi tey orka at stríðast við hann ella hana,
men hevði í Føroyum verið ófullførishús ella íheim, so
høvdu tey fegin latið tey har. Tí tá slappst altíð at vitja, og
tey mistu tey ikki með alla. Avvarðandi hjá 10 søgdu
beinleiðis so, men tað sæst, at hetta lá á tunguni hjá nógv
fleiri.
Á hesi talvu sæst, at 68 fólk úr Føroyum í løtuni eru
í Danmørk á onkrum ófullførishúsi (ella íheimi). Táið
hetta talið ikki er heilt tað sama, sum tað, ið fingið er
frá ófullførisumsitingini, stendst hetta av, at komin eru í
ljósmála við hesum kanningum nøkur fá, sum eru á heim*
um, ið ikki standa undir hesi umsiting.