Fróðskaparrit - 01.01.1958, Qupperneq 56
62
Heilsustandurin hjá børnum í Eiðis læknadømi
har nalvin ikki var reiðiliga rættvorðin Hjá 3 teirra stóð
húðin út sum lítil tómur posi, men har var hvørki tarmur,
netja ella op at finna. Hetta hevur helst verið sama nalv*
aslag sum teir 8, Joensen4 skrivar um. Hetta bendir tó ikki
altíð á afturgrøtt nalvalop — alls ikki; tí tað var at síggja
hjá 10 børnum, har hvørki móðir ella lækni vistu nakað,
ið bendi á gamalt lop.
í nalvanum hjá 3 av hinum 4 kendist ferhyrnd tvørspr*
unga, o. u. 3x12 mm, og við ógvuliga týðiligum og furk*
utum tromum. Fjórða barnið, nærum 15 ára gl. drongur,
hevði nalva av sama slag sum hesi 3, men opið var nógv
minni — bert o. u. 2x6 mm. Hjá 3 ára gl. gentu, sum
ikki hevði havt nalvalop, sást op eins stórt og hjá hesum
nevnda dreingi. Henda eyðkenda tvørsprungan, so týðiliga
avmarkað og við so tjúkkum veggjum, er so heldur ikki
altíð arr eftir afturgrøddum nalvalopi.
7. Tarmalop í lærkreppingini. 11 børn (8d\ 3?) høvdu
havt røralop. 10 av teimum vórðu skorin fyri tað, áðrenn
tey fylltu 6 ár. Hjá 11. barninum — einum dreingi — hvarv
lopið aftur sjálvt, innan 2 ára aldur. Ein av teim 8 dreingj*
unum varð, áðrenn hann fyllti 3 ár, skorin høgrumegin og
2 ár seinni eisini vinstrumegin. Við reglubundnu rannsókm
ini varð funnin enn ein tilburður. Næstan 7 ára gamal drong*
ur, sum illgruni hevði verið um 3 ár frammanundan, at
hann hevði tarmalop, men ógjørligt tá at fáa vissu fyri tí.
Nú var eingin ivi, og fáar mánaðir seinni varð hann skorin.
Hetta vóru so 12 børn (9d\ 3?) við tarmalopi, og hjá ølb
um røralop.
8. Afturhildin eistu. Hjá 2 dreingjum (6 og 8 ár) merktist
høgra eista alls ikki. Hjá 3 øðrum (9, 11 og 12 ár) lá
annað beint framman rørunum, og hjá einum stívliga 3 ára
dreingi var skølpurin tómur, meðan bæði eistini lógu á
áðurnevnda stað.
9. Brunasótt í ágørnini. 2 dreingir vórðu 12 og 14 ára
gamlir skornir fyri bráða brunasótt í ágørnini, — hjá eldra
dreinginum var hol komið á ágørnina.