Fróðskaparrit - 01.01.1958, Side 98
104
Kolanøgdin í Suðuroy
ved at at lægge Mærke til, at hele Syderøen kun er 22/3
Mil2, og at der ingen Kul hidtil ere fundne hverken N.
for Kvalbø=Partiet eller i de dybere Dele af de store Dab
strøg». Minka vit um kolaøkið so sum Johnstrup vísir á
í ritgerð sínari, til 2/3 míl2, verður kolanøgdin um leið 24
mill. tons. Bæði Forchhammer og Johnstrup rokna við at
kolalindin gongur heilt suður í Hvannafelli, men nýggjar
rannsóknir siga, at so er ikki. Hetta talið er tí eisini í størra
lagi.
Stokes (1874) metir kolaøkið til 5000 acres (um leið 20
km2) og kolanøgdina til 14 mill. tons. Hetta er í heldur
lægra lagi samanborið við aðrar metingar um somu tíð,
men líkt er til at Stokes bert roknar við kolaøkinum norðan
fyri Trongisvág.
Helland (1880) sigur alt økið, har kolalindin gongur í
oynni, vera 66 km2. 25 av hesum 66 km2, sigur hann, eru
undir sjóvarmálanum, tað er alt økið norðan fyri Hvalbiar*
fjørð og økið eystan fyri linjuna Froðbiarnýpan—Hvann*
hagi. Meðaltjúkdina á kolinum roknar hann at vera 0,6 m
og evnistyngdina 1,35. Helland metir tí kolanøgdina til 50
mill. tons; 30 mill. tons oman fyri sjóvarmálan og 20 mill.
tons undir sjóvarmálanum millum 0 og 350 m dýpi. Eins
og Forchhammer og Johnstrup roknar Helland kolið í fjølh
unum sunnanfyri, heilt suður í Hvannafelli til hesa somu
lindina, men tær heilt tunnu kolalindirnar sum til eru í
hesum fjøllunum eru allar lægri lindir enn kolalindin norðan*
fyri. Metingartøl Hellands vera tí eisini í størra lagi. Iva»
samt man eisini vera við kolanøgdini undir sjónum eystan*
fyri, tí eystur eftir tynnist kolalindin skjótt burtur.
Komandi árini verður í bókmentum mest tikið til tøl
Hellands tá talan er um kolanøgdina, t. d. hjá Ussing (1902)
og hjá Bergh (1905).
Tey metingartøl sum nevnd eru framman undan, eru, tá
ymisk fyrivarni verða tikin, ikki so heilt ólík hvørjum øðrum
og hóva toluliga væl við nýggjastu rannsóknarúrslitini; men
aftan á hesa tíð verður ofta roknað við heilt øðrum tølum.