Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 89
Atlantssiðir — Atlantsorð
95
tað vera, at onkustaðni í íslandi varð í 18. øld til formurin
«myrikjarni» («—y—» sagt «—i—», sjálvsagt). Sum seinni
verður bent á, haldi eg, at (stutt) «y» var av fyrstu tíð í
frampartinum av orði okkara, og haldi eg, at hetta sjálv*
ljóðið mangastaðni í íslandi kundi fáa framburðin [Y],
skrivað «u». Slík ljóðgongd er, sum Jón Helgason professari
sigur mær, til skjals í mongum orðum, frá 17. øld upp í
okkara tíð. í íslendskum handriti í British Museum (Add.
11. 177), skrivaðum seinast í 17. øld, er (bls. 92) til skjals
formurin «spuriast» (t. e. «spyrjast»), I nútíðarmáli er til
«smurja» <«smyrja», «ufrum» og «ufrað» (yfir um, y. at),
«kjur» (kyrr), «ukkur» (ykkr) o. fl. Sbr. eis. Blóndals orða*
bók, XXII. Eftir hesum kundi fornísl. myri= broytast til
muri= og seinni (sbr. plantunavnið mura, f.) til muru=. Um
—a— í forminum «marikjarni» verður røtt seinni. Hetta
ljóðið (—a—) kemur sjálvsagt ikki beinleiðis av upphavs=
ljóðinum —y—.
Um nýtsluna av sjóvøkstrinum Alaria, sum Bjórn Halldórs*
son (Grasnytiar 144) sigur «er halldinn bestr, af øllum
æti'[?ara tegundum», er nóg mikið her at vísa til Magnús
Stephensen (De til Menneskeføde i Island brugelige Tang*
arter, 1808, 24—26), har eisini partar av hesum átutara verða
nevndir. Her skal eg bert taka uppaftur, at plantan øll
(Marikiarne, Murukiarne) er søgd at hava partarnar «Bialla»
(sbr. før. tangbjølla, bjølla) og «Kiarna» (acc.); tað seinna
er her nýtt um ovasta part av blaðnum. Annars er ofta í
íslendskum kjarrti, m., navn á allari plantuni.
I Hjaltlandi og Orknoyggjum eitur mirkjalli: mirkyals,
mirkels, ella tílíkt, alt formar, sum líkjast tí føroyska (»s
er enskskotskt fleirtalsmerki). Eftir Jakob Jakobsen (Ordbog
over det norr. spr. pá Shetland, 1908—18) er merkingin í
Hjaltlandi «rodblade pá ... alaria esculenta». I Orknoyggjum
er merkingin nakað tann sama (Hugh Marwick, Orkney
Norn, 1929).
Úr geliskum orðabókum fara vit nú at taka nakrar orða«
formar (ella nøkur orð), sum at vísa seg eru navn á Alaria