Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 38
44
Máting av avfalli og frárenning
lítið, hóast úrslitið verður tillagað. Meteorologisk Institut
nevnir annars, at regnmátararnir sjálvt í bestu líkindum
vísa 5—10°/o ov lítið avfall.
Farmyndirnar vísa, at avfallið er størri enn frárenn*
ingin í vetraí og vármánaðunum, og kemur hetta av, at
frostið bindur vætuna. At frárenningin afturímóti ikki er
størri um summarið kemur helst av, at nógv væta setur av
um várið, og helst setur ein partur eisini frá niður gjøgnum
rivurnar í helluni. Líkt er til, at tá ið frárenningin upp á
seg er størri um heystið, kemur hetta av, at henda væta tá
fyri ein part setur til aftur. Nakra munandi avseting um
heystið ber ikki til at rokna við, av tí at tá er ofta surk
á avfallsøkinum.
Meta vit tær tillagaðu avfallsmátingarnar at vísa eini 15%
ov lítið avfall, samsvara avfalb og frárenningarmátingarnar.
1 meðal hava vit mált 3102 mm/ár, t. v. s. at tað veruliga
avfall fyri árið í meðal verður uppá o. u. 3500 mm.
Við máttarstøðina í Klakksvík hava teir í tíðarskeiðinum
1932—47 í meðal máta 3021 mm av avfalli um árið í hædd*
arstigi 221 m, t. v. s., at vit eisini her kunna rokna við ein*
um veruligum avfalli uppá 3500 mm.
SUMMARY
The article gives a preliminary survey of the measurements of pre-
cipitation and outflow made by Højgaard &. Schultz and the staff at
the Fossá power station, Vestmanna, during the period 1952—57. The
measurements were made partly at the point of impact of the power
station, in the levels 300 and 400 north of Vestmanna, partly at the
power station itself. The measurements show that the precipitation is
about 50 per cent bigger in level 400 than in level 5, corresponding to an
addition in height of 0.125 per cent per metre. Moreover, the measurements
show that the precipitation registered by the used pluviometers is about
15 per cent too little, and that a shifting in the flow-o£f is taking place
from spring to autumn, probably on account of vertical minor joints and
the porous intrabasaltic material.