Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 86
92
Atlantssiðir — Atlantsorð
men Observationum .. circa plantarum .. maris Islandici, et
speciatim algæ sacchariferæ . . originem, partes et usus.
Havn. 1749) er (bls. 17) nevndur føroyskur navnformur av
mirkjalla (sí eis. seinni): Myrrekiarni. Hetta føroyska orðið,
sum B. P. helst hevur frá føroyskum studenti (ella burtur
úr riti, sum nú ikki er til?), er óivað her ávirkað av tí
samsvarandi íslendska orðinum (Marbkiarni) í seinna part*
inum. Vit hava loyvi at ivast í, um fyrri partur, so stutt
fyri Svabos tíð, hevði tvær stavingar. Men hava føroyingar
í fyrra parti av 18. øld sagt «mirkjadli», og ikki «mir(ri)*
kjadni», so er tó líkt til, at eina ferð hevur føroyskt kent
ein form, sum ikki hevði upprunaligt —11—, men —n(n)—,
í seinna liðið. Hetta haldi eg okkum kunna lesa burtur úr
staðanavninum Myrkjanoyri (sagt: mirtcan*), skrivað 1584:
Mørckenøø, 1620/21: Mørckenør. Fyrri partur av hesum
Borðoyarsnavninum fær valla verið annað enn *Mirkan(n)a=,
har (seinna) —a— er horvið í ljóðgloppinum (hiatus), sum
vant er at vera í slíkum førum. Eg hugsi mær, at upprunaligi
formurin av orðinum, sum vit hava her, var "myrkjanni,
m., (neyvan *myrkjan, n.). Tað eigur at vera nevnt, at
*=kjanni, í heldur trýstveikari støða sum her, kundi verið
runnið av «=kjarni» (sbr. t. d. «hvønn» av «hvern»). Men
er «*kjarni» í tí íslendska navninum upprunaligt? Eg hugsi
ikki. Er mín hugsan bein, so hevði fornføroyskt tvey sniðini:
annað hevði —nn—, hitt, sum nú, —11— (nú sagt: — dl—)'
í føroyskum, sum í íslendskum, er orðið nú altíð kalh
kynsorð, t. e. mirkjalli, m. Kvennkynsformurin hjá Svabo
og øðrum er neyvan beinur («Mirkjadla, s. f.*i). Eg kann
nevna, at heldur ikki sniðið «mirkjallur, m.» tykir at vera
gamalt — um tað nakrantíð hevur verið til.
í orðabók Sigf. Blondals er íslendska orðið, sum er tað
sama sum hitt føroyska mirkjalli, skrivað: mararkjarni,
marikjarni, márikjarni, maríkjarni, marinkjarni, maríukjarni
og murukjarni. Allir formarnir við —a— (—á—) í fyrra liði
eru, sum dr. Jakob Benediktsson sigur mær, úr ungum
keldum eftir seðlatilfari Blóndals at døma. Elstur er form*