Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 109
Uppískoyti til greinina
Løgin fyribrigdi hjá hvali.
(Odd Points about Whales).
FRÓÐSKAPARRIT 6. BÓK, BLS. 34-50, 1957.
Eftir A. St. G. Huggett.
Eftir tað at omanfyri nevnda grein varð latin til prent*
ingar, eru fingnar nýggjar upplýsingar, sum neyðugt er at
laga seg eftir. Ur hagfrøðitølum frá hvalaveiðu hava vit
fingið upplýsingar í London á breiðari støði, enn líkindi
vóru til at fáa í Tórshavn, og hava vit samanborið tyngd
á fostri hjá grindahvali fingin í Føroyum við tyngd á fostri
hjá øðrum tannhvalaslagi, augusti. Upplýsingarnar fyri
august eru fyri ein part frá Matthews (1938), Clarke (1956)
og frá royndum, sum ikki eru kunngjørdar.
Týdningarmestu úrslitini sipa til kviðtíðina hjá ymsum
hvalasløgum. Eins og áður hildið, tykir hon hjá táknahvali
at vera styttri enn 1 ár, helst 10 mánaðir T 1 mánaða og
tað tykist at vera so, at kviðtíðin hjá royðuri er 9—10 mán*
aðir, men tyngdin á fullbornum fostri er bert 1—2 tons,
sjáldan hóast við hvørt 3—4 tons. Hitt er, at kviðtíðin hjá
Odontocoeti (augusti og grindahvali) víkir frá henni hjá
Mystacoeti (táknahvali) við at vera yvir 1 ár. Fostur hjá
grindahvali, sum vit kannaðu um 1. august, vóru úr tveim»
um aldursbólkum, summi um 700—800 g tung, onnur um
50.000 g, og styðja tí munandi ta hugsan, at kviðtíðin er