Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 71
Atlantssiðir — Atlantsorð
77
snara» (sbr. latín torqueo «eg snari»), og eisini í donskum
plantunøvnum er tað til. Sí Johan Lange, De folkelige
plantenavnes pruppering efter motiver (Blyttia XV, 1957,
bls. 133): «Galium aparine kaldes ogsá Tare; det selvsamme
navn Tar(r)e bruges om Stellaria media (Fuglegræs), der
ligesom Snerre kan være højst generende under renhold*
elsen af jorden mellem kulturplanter, og desuden om for*
skellige Alger, der hænger i fiskeredskaberne. Det har
antagelig været en fællesbetegnelse for enhver snarelignende
ting, vel især plantesnarer; men ordet kendes nu kun i de
nævnte specielle betydninger brugt om nogle fá bestemte
planter, der slet ikke har nogen indbyrdes ydre lighed ud
over det, at de hænger i redskaber.» — Orðið tang (Jiang)
er hildið at vera av somu rót sum tættur, adj. (á fornmáli:
Jaettr). — Bæði tari og tang eru germonsk orð.
Tari hevði bæði í Noregi og fyri vestan hav so nógv at
týða eitt nú fyri veltingina, at tað er einki at undrast á,
at sumstaðni hevur verið trúgv í sambandi við tara. Martin
Martin hevur í bók síni (Description of the Western Isles,
ed. 1716, bls. 28) eina merkiliga søgu um ein «sjógud»
(«a sea*god in Lewis»), sum teir ofraðu øl til um allahalg*
una: Maður vóð á kvøldi út í sjógvin og segði: Shony,
eg gevi tær hetta krússið av øli og vóni, at tú gert so væl
at geva okkum ríviligt av tara «for enriching our ground
the ensuing year». Siðurin og navnið á gudinum, sum nú
á geliskum er skrivað Seonaidh, eru ikki nevnd aðrastaðni
enn her, men George Henderson (The Norse Influence on
Celtic Scotland, 1910, bls. 101) og aðrir hava hildið, at
«Shony» hevur verið ein norrønur guddómur, og at navnið
er av fyrstu tíð norrønt. Annað er ikki at siga um hetta,
allar royndir til at týða navnið hava verið til einkis.
Eitt er tó víst, at í Føroyum hevur ikki verið sørt av
«tara=trúgv». Tarnovius (1669: Færoensia II. 38) sigur so
frá: «Denne Afgud (hann meinir við Tór) haffve de til*
bedet, om jordens grøde, got fisckeri, om ildebrands afven-