Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 154
160
Talið a ófullførum fólki í Føroyum.
87 fólk eru heima ella summi teirra úti hjá fólki her í
Føroyum og hava fingið avlamisstyrk ella eru í eftirlitnari
heimarøkt, so sum henda verður givin og nýtt her á landi.
Av hesum 87 er 1 barn, ið er komið undir ófullførisum*
sorgan, men sum í løtuni er undir «fyribils umsorgan»
(t. e. bíðar heima eftir hóskandi býli á onkrum ófullførisí
húsi ella íheimi). Men aftrat hesum 155 eru í Føroyum
ið hvussu er 24 ófullfør fólk, sum búgva heima ella úti
hjá fólki, og sum ongantíð hava vent sær til tað almenna.
Viðvíkjandi teimum 68, sum í løtuni eru á ófullføriss
húsi, verður sagt av læknunum har, at tey 4 eru so skikkað,
at tey hóska í eftirlitnari heimarøkt, tey 7 til okkurt sjúkra*
heim og tey 2 til onkran kostskúla fyri slík fólk.
Eisini sæst á talvuni, at av teimum 87, sum fáa einhvønn
almennan stuðul, eru tey 22 so skikkað, at tey hóska best
á ófullførishúsið. 1 teirra er undir fyribils umsorgan, hini
21 eru fólk yvir 14 ár, sum eru heima ella úti hjá fólki,
men um tey er at siga, at tey annaðhvørt beinan vegin
ella í næstu framtíð áttu at farið á ófullførishús. Teirra
millum eru at finna tey ófullføru, har tey, ið av varða,
ikki á nakran hátt fáa seg til at senda tey av landinum,
men har tað hevði verið teimum ein lætti (viðhvørt ein
lætti, sum hann, ið ikki varðar av, lítið er førur fyri at
skilja), kom eitt ófullførishús her í Føroyum, so tey av
og á sluppu at vitja hin ófullføra har. Eisini eru í hesum
bólki at finna ófullfør fólk, sum áður hava verið í góðum
hondum hjá foreldrum ella øðrum næstingum, men har
hesir nú annaðhvørt eru deyðir ella so gamlir og ússaligir,
at teir orka ikki longur at stríðast við tann ófullføra. Og
eingi líkindi tykjast at vera til, at hesi ófullføru fara at
verða nóg sámuliga viðfarin av øðrum. Vit nerta her við
eitt sera erkvisið øki, sum illt er at skriva um almennt,
men tey, ið eru eitt sindur kunn við hesi viðurskifti, munnu
hava ein illgruna av kortini, at alt er ikki so tespiligt
undir skræðuni hesum 87 viðvíkjandi, sum samfelagið sigur
seg at hava tikið inn at sær. Tí ikki eigur tað at verða