Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 156
162
Talið á ófullførum fólki í Føroyum.
5. talva. Støddin á einum ófullførishúsi í Føroyum.
(Accomodation of a home for the mentally deficient in the Faroes)
1 løtuni eru á ófullførishúsi (At present in homes
for the mentally deficient)............................ 68
Skikkað til ófullførishús (Others fit for such homes)
........................................... 22+13 ... 35
Tilsamans (Total).................................. ... 103
6. talva. Somu fólk sum i 5. talvu, skipað eftir aldri.
(Th« persons in table 5, divided according to age)
undir 7 ár......
7-14 ár.........
yvir 14 ár........
Tilsamans (Total)
10
28
65
103
Teljingin hevur so statt víst okkum, at á føroyskum ófulh
førishúsi (ella íheimi) eigur í løtuni at vera rúm fyri um*
leið 100 fólkum. Tá er ikki lagt út fyri fyri fólkavøxturin,
og heldur ikki fyri tey umleið 20, sum kanska í minnsta
lagi eru eftir, og sum henda teljing hóast nærlagni hevur
ikki fingið uppí. Ov stór verður tílík deild valla, fær hon
rúm fyri 100, men fyri fyrst má hon haldast at vera nóg
stór, tí á hin bógvin verða ivaleyst altíð nøkur, ið nú so
leingi hava verið burtur, at lítið og einki samband kann
sigast at vera longur við upprunaheimið. Lítil góðgerð er
at flyta heim slík fólk, dámar teimum nú væl, har tey eru.
Men havt má vera í huga, at táið slíkt hús ella heim
er komið her í Føroyum, fer andstøðan ímóti at lata tey
ófullføru heiman skjótt at minnka. Og tí má beinan vegin
skipast so fyri, at vaxast kann um hesa deild, táið tørvur
verður á meira rúmi. Líkt er til, at so verður skjótt.