Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 75
Atlantssiðir — Atlantsorð
81
qvæ interdum comeditur, sed parum æstimatur, dicitur
Kjedlinga*Blea). Annars er navnið kellinga(r)oyra. Um
Fucus digitatus sigur N. Mohr (Forsøg til en Islandsk
Naturhistorie, 1786, bls. 245): «.Paa Færøerne spises det
øverste eller glatte af Stængelen, saavel som det nederste
af Bladet, hvilket de kalde Kiædlinga*Oyra.»
í tí orðabókarhandritinum (M), sum skrivað er við
N. Mohrs hond, stendur so: «Kjedlinga*Ojra, s. n., det
øverste af Bladet paa en Tangstamme, suprema pars folii
algæ. Isl. kerlingar*eyra.» Eg kann nevna, at N. Mohr hevur
eisini í sama handriti taranavnið «Kjedlinga>Teari, s. m.»
— tíverri við ongari týðing.
Rhodymenia palmata (áður eis.: Fucus palmatus, F.
ovinus) var átuvøkstur á allari leiðini úr írlandi til Islands,
men hevur, tað nakar veit, ikki verið fólkaføði í Noregi.
Navnið á hesum taraslagnum er bæði í írlandi og í Bret*
landi av fyrstu tíð geliskt, men í norrønum londum, har
tað bert er varðveitt í Føroyum, Islandi og Noregi, er
upprunin norrønur. Her er so statt einki málsligt samband
ímillum írsk^skotskan heim og norrønan. Geliska navnið
duileasg, miðalírskt duilesc, er hildið at merkja «vatndeyv»
(duille «blað, bløð» -j- uisce, usce «vatn»). Tað er tíðliga
komið inn í skotsk*enskt, har tað verður skrivað dilse,
dilce, dulse o. tíl. Eisini norðurensk mál, eitt nú málið í
Northumberland, hava orðið dulse. Norrøna orðið er spl,
før. søl, ísl. sól, norskt sol(l), søl. Hetta er runnið av somu
rót sum fornnorrøna orðið sp/r, adj., «brúngulur» (hvønn*
fall æt: sqlvan).
Orðið søl var sum í fornmálinum og nýíslendskum í gomb
um føroyskum eitt hvørkikynsorð í fleirtali, og soleiðis
finna vit tað í føroyskum staðanøvnum, eitt nú Inni á
Sølunum (í Múla), og hitt gamla hvørsfallið (í flt.) splva
hevur í staðanøvnum okkara sniðið sølva(r)*, salva>, sálva(r)*.
Nú — orðið er lítið kent nú á døgum — verður hjá okkum
søl ofta nýtt sum eintalsorð, eitt nú í Mikkjal á Ryggi:
Landalæra I, 1926—27 (bls. 62): «Søl veksur bæði á sjó(v)ar«
6